HVÍ Vart tú Fødd/ur?

4/8/1987

Tíð til at hugsa eitt sindur : )

Steðgar tú nakrantíð á at spyrja teg sjálvan stórar spurningar? So sum...”Hvør eri eg?” ”Hvat bleiv eg fødd/ur til?” ”Hóast alt, hvat snýr so lívið seg alt um, veruliga?”

Er tað ov ”stórt” at hugsa um? Ella ert tú bara ov nøgd/ur við lívið, so hví ómaka at brýggja høvur um tílík ting? Ella kanska tú heldur teg vita, hvat ið lívið alt snýr seg um. Ella tú hevur rent teg í eitt djúpt, djúpt hol og heldur, at tað fer aldrin at broytast. Líkamikið hvør tín støða er, so biði eg teg steðga beint nú, og av fríum vilja og stillum umhugsni hyggja at nøkrum

tingum—sum um hettar varð tín fyrsta ferð nakrantíð. Steðga, og innast inni ver ordiliga ærlig/ur við teg sjálva/n.

So sum...hevur tú nakrantíð bara følt teg ordiliga vánaliga/n yvir ein ávísan ringan óvana ella onkra tvingsils-noyðslu ella onkra trongd, sum tú hevur haft? Líkamikið hvat tú gert, so er hettar bundið at tær sum ein kúla og keta.

Og hvussu við tí stóra ”vónbrotinum” eftir okkurt stórt tiltak ella onkran frídag? Tað ”gav” tær ikki akkurát tað, sum tú hevði forvantað at fingið burturúr tí.

Kanska tú fullkomiliga hevur fingið nokk ella ert strongd/ur við tínar umstøður ella fólkini rundan um teg. Børnini ”ráða” og fáa teg til at vilja hála hárið av tær! Søtan við brúdleypsferð og nýggja lítla barnið eru tokut fjarskotin minnir.

Kennist tú við, hvussu tað følist at blíva svikin á arbeiðsplássinum ella heima við hús ella hvussu tað er at vera fyri órætti á ein ella annan hátt? ”They” gjørdu tað ímóti mær.

Tínæst er tað keðsemið ella strongdin yvir tað dagliga møðsama vanaverk lívsins. Ella kenslur tínar fara upp og niður sum eitt jojo. Ella óvissan reisir seg hóttandi við tí fíggjarliga ella við tínum viðurskiftum við onnur, og tú ert aldrin sikkur í, hvat fer at henda næst. Tað er eingin, at veruliga venda sær til og hava álit á. Og tá tú heldur, at tú hevur funnið onkran, so fara tey frá tær ella vilja einki hava við teg at gera. Tú veist...tey grundleggjandi ringu upplivilsini í lívinum.

At hava ring ting henda tær og verða tann, sum er orsøkin til, at ring ting henda øðrum.

Well…hevur nakað av hasum tingunum nakrantíð fingið teg til at hugsa: “Er hettar alt lívið hevur at bjóða? Lívið má hava meiri at bjóða enn hettar!” Hevur tú nakrantíð steðgað á nóg leingi til at komið av tí spinnandi lívsins parísarhjólinum og funnið nøkur verulig grundføst svør til hasar spurningarnar? Tað slagið av svørum, ið vilja broyta alt, restina av tínum lívi og lívið hinumegin?? Hevur tú veruliga nakrantíð STEÐGAÐ og grundað og hugsað um lív títt, um Gud, og hvar tú fert hiðanífrá?

Hvussu er og ikki, so er tað eingin tíð betur enn beint nú! Og eg lovi tær, at tað ”møðsama vanaverk” lívsins, og tómleikin, ið tú veist, at tú til eina ella aðra tíð hevur følt, er ikki víddin av Guds vilja fyri tínum lívi á jørðini, tað er so heilt sikkurt og vist! Tað er so ómetaliga nógv meira, ið viðvíkjur lívinum enn tað, sum einans er samansett av tí lítla amerikanska lívsstílinum, við sínum hvønndagsliga fábroytta og keðiliga arbeiði; bíðandi eftir vikuskiftunum, “familju-tíðunum,” einum jólatræi eina ferð um árið, og ikki at nevna tær ósagdu hjartasorgirnar og syndirnar í hópatali.

Uttan so mikið sum at hugsa um tað, so blíva vit hypnotiseraði til at halda, at hattar er alt, ið okkara 30 ella 50 ella 80 ára lív hevur at bjóða, dag út og dag inn, ár eftir ár. Vit fara í svøvnlíkan stand og blíva tøld og gandaði av hvønndagsøgn og vanaverki lívsins og tilverunar áhaldandi ringrás við skundmiklum virksemi og hendingum. Er tað ikki satt? Tú hevur hesa hugmyndina (í teoriini í øllum førum), at lívið er—ella ein dag vil blíva—bara so undurfult.

Vit sannføra okkum sjálvi, at lívið vil gerast betur, tá ið vit eru blivin gift og fáa eitt barn og síðan eitt aftrat. Og síðani eru vit misnøgd, tá børnini ikki eru nóg gomul, og vit dáma tað betur, tá ið tey blíva eldri. Og eftir tað, so eru vit strongd yvir, at vit hava avbjóðandi børn at fáast við. Og vit vilja vissuliga verða glað, tá tey eru voksin út úr hasum ringa aldrinum. Vit billa okkum sjálvi inn, at lív okkara vil blíva fullkomi, tá okkara hjúnarfelagi ella sambúgvi tekur seg saman, tá vit fáa ein betri bil, og tá vit eru før fyri at gjalda rokningarnar uttan nakað press. Vit bíða inntil vit vita meira, eru meira, hava meir ella eru virðismett meira. Sannleikin er, at vit renna eftur hesum tómu dreymunum, sum ikki gevur okkum gleðina, ið vit altíð hildu fór at vera har.

So, aftur, eingin tíð betur enn júst nú til at teinkja um Gud, og hvat HANN vil við tínum lívið! Um ikki nú...nær tá? Lív títt vil altíð verða fult av avbjóðingum. Minst til, at “tíðin” bíðar ikki eftir nøkrum. So steðga við at bíða, inntil tú gert teg lidnan við skúlan, inntil tú missir tíggju pund, inntil tú tekur tíggju pund uppá, inntil tú fært børn, inntil tú hevur eitt gott arbeiði, inntil tú fert frá við eftirløn, inntil tú giftist, inntil vikuskiftið kemur, inntil tú fært ein nýggjan bil ella hús, inntil tín nýggi bilur ella hús eru goldin aftur, inntil hjúnafelagi tin gevur tær rætta viðferð, inntil várið, inntil heystið, inntil vetur, inntil summarið, inntil tann fyrsta ella fimtanda, inntil tín sangur kemur á, ella inntil tú doyrt (og tá er tað so ov seint!!). Tað er eingin betur tíð enn beint nú, til at velja at venda tær til Gud.

Soleiðis, sum støða tín er nú (uttan Gud), um tú ert ordiliga ærlig/ur um tað, so veist tú, at har eru líðingar, hjartasorgir, einsemi, tómleiki, sjálvsøkni, stoltleiki, fáfongd, havisjúka, øvund, vreiði og synd av øllum slag. Sannleikin er at kenna vit ikki Gud, tá er tann skaðiliga ljótheitin, og tær brunafongdu og rotandi syndirnar sera nógv ein partur av menniskjaliga lívinum. Veruliga, so gjøgnumsúrgar hettar alt. Og sannleikin er tann, at vit eru deyðadømd vegna hettar. Eg veit, at hettar er dapurt, men uttan so er, at tú gert nakað við tað, so vil tað bara verða meira av tí sama, og einki vil nakrantíð broytast...beint inn í ævinleikan og helvitis eld.

Og TAÐ er so AVGJØRT IKKI tað, sum tú vart fødd/ur til!!

So hví vart tú so fødd/ur??

JESUS er grundin til, at tú føddist!

Tú vart fødd/ur fyri Hann! Tú fekst lív títt, so at tú kundi finnað og kennað Gud og Jesus, Son Hansara.

Verð verandi við mær her, ílagi? Steðga ikki at lesa, fyri tað, at tú heldur, at tú ”hevur hoyrt hettar alt fyrr...”

Sera ansin og við kærleika eygleiðir Hann teg, og Hann hevur sett teg her til eina nógv størri ætlan, enn tú nakrantíð kundi ímynda tær! So avgjørt ikki til at liva eitt vanligt 9 til 5 lív. Og so vissuliga ikki at liva í vónloysi, sjálvsøkni, hjartasorg og keðsemi—tað er so heilt vist! Hann ynskir at tváa teg reinan, og seta teg fríðan frá allari skuldakensluni og syndini í tínum hjarta og teimum rotnu hugburðunum og kensluløddu tørnunum. Hann ynskir at opna tíni eygu, til eina verð, fulla av Dýrd, Kraft og Vakurleika í Jesusi, ið er Kongur yvir øllum kongum og Harri yvir øllum harrum. Honum leingist at fylla teg og gera teg Ríkan, út um alt mark, í Lívi Guds og Jesusar, Hansara dýrabara Syni. Hann bjóðar tær Lív í yvirflóð—ikki bert eitt lappaverk av tingum, sum nærum vilja fána burtur, áðrenn tað næsta sólarris yvir tína grøv. Og Lív í YVIRFLÓÐ, er einans funnið í Honum, sum tú vart skapt/ur til—Soleiðisnar hevur Gud tilrættalagt tað! At liva í Honum og saman við Honum og fyri Hann. Hattar er grundin til, at tú vart fødd/ur! Tú vart fødd/ur til at verða ein góður vinur við Gud, og liva saman við Honum nú, og í allar ævir.

Tá Gud nú hevur skapt teg til eina tílíka ætlan sum hasa, hví vildi tú tá hildið áfram at renna runt í ring, og skumpa tínar lítlu ”sandrúgvur” frá einum staði í annað?

Undir øllum umstøðum, hvussu langt kemur tú so við hasum?? Hann skapti teg, og hevur eina ætlan við tær. Hann ynskir, at tú kemur burturúr tí lívinum, sum tú í løtuni livur í. Hann hevur undranarverd ting at vísa tær. Tann Óendaligi, Almáttugi Harrin og Skaparin av himnunum og jørðini, ynskir at fylla teg við einum spildurnýggjum lívi í Honum. Og Gud prógvar tað fyri okkum, við Kærleikanum, sum Hann vísti okkum ígjøgnum Son Sín, Jesus.

”...Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.” Rómverjabrævið 5:8

HATTAR er also KÆRLEIKI!!!

Hansara djúpi, djúpi Kærleiki til tín, er prógvaður í tí ótrúligu Gávuni av Syni Hansara. Júst tá tann Rætta tíðin var komin, tá sendi Gud mann Sín, Jesus, til jarðar. Hann visti, at vit øll somul, vildu verið í einum veldiga stórum trupuleika uttan Hann! Hann sær, at vit eru uttan mál og mið og liva eitt meiningsleyst lív, og at vit koma okkum út í óførið, sára onnur og blíva særd sjálv... So av Hansara óútrokniliga kærleika til okkara, var Jesus givin yvir av Faðirinum, til at doyggja í staðin fyri teg. Sært tú, hesar syndirnar innan í tær av girnd, havisjúku, stoltleika, ljót-leika, sjálvsøkni, misbrúkilsi, at taka synd í tær sjálvum, øvund, og tað gongur út í tað óendaliga...hava tikið teg til fanga, og gjørt teg til ein brotsmann ímóti Gudi. Vegna tíni brotsverk, so er tín endaligi móttøkustaður, deyðin. MEN!! Gud ynskir ikki, at hattar skal henda! Hann ynskir ikki, at tú skalt at enda visna og krympa teg saman og doyggja og fara burtur frá ásjón Hansara í allar ævir. Hansara ynski er, at tú skalt av sonnum Liva! Og tí gav Gud okkum ein veg ígjøgnum Jesus.

Fyri at geva tær eitt annað ”sammetingarstøðið” av hvør tú ert, og hvør Jesus er….munurin ímillum persónin Jesus, og teg sum persón, er at Hann ONGANTÍÐ syndaði. Ikki eina einastu ferð. Hann hevði avbera góð viðurskiftir við Faðir Sín, sum Hann eygleiddi Gud, fylgdi Honum eftir, livdi í Honum og var Honum lýðin í teimum allar minstu smálutunum—í hvørjum tanka, orði, gerð og hugburði. Allan vegin ígjøgnum, reinur og sannur, so valdi Hann, at ikki tí einastu ferðina at venda Sínum Faðiri bakið. Hann elskaði Gud Sín, og Hansara eygu vóru altíð sett á Hann. Øll Vón og alt Hansara Hjarta var jarðað og fjalt í Gudi, ímeðan Hann livdi her sum ein maður. Gud leiddi, uggaði, umgirdi, nøktaði og fylti Jesus dagliga, ígjøgnum hvørja líðing, freisting og hjartasorg av tí menniskjaliga lívinum.

Jesus hevur umsorgan, og veit hvussu vit føla, tí Hann livdi eina menniskjaliga tilveru. Men Hann livdi hana í Gudi.

Hansara lýdni førdi Hann at endanum til Krossin. Jesus gjørdi umhugsaði vøl at venda sær frá at verja seg sjálvan frá teimum ringu viðferðunum, háanarrópunum, speirekingini, húðflettingini og krossfestingini. Við vilja, valdi Hann—fyri okkum—at venda sær frá Síni egnu sjálvbjarging, og fór ístaðin til Krossin. Í djúpum kærleikssambandi við Faðir Sín, og einari djúpari tráan at verða lýðin líka til endan, fullgjørdi Hann Guds vilja. Hann doyði, fyri at tú ikki skuldi noyðast at doyggja.

Hví mátti Hann doyggja? Tí Gud ynskir at hava eitt veruligt samband (forhold) við teg. Men trupuleikin við menniskjans sjálvsøknu, sjálvstøðugu og syndafullu natúru forðar fyri hesum, oggerast nakað við. So Jesus tók hettar uppá seg sjálvan at ”gjalda prísin” fyri tína synd—tú átti at doyggja, men Hann doyði í tín stað. Og tríggjar dagar seinni, reisti Gud Hann upp frá teimum deyðu við veldis megi Síni, og setti Hann í Heiðurssætið við Guds høgru hond í Himni. Hann er nú høgt oman fyri ein og hvønn valdsharra, myndugleika, alt vald og harradømi og eitt og hvørt navn, sum nevnt verður, ikki eina í hesum heimi, men eisini í hinum komandi. Gud hevur lagt øll ting undir Jesusar føtur.

Lít á Hann—tú vilt ikki angra tað

Vegna alt hattar, so nýtist tær at gera nøkur vøl. Tað er ikki “automatisk inngongd” inn í Himmalin, bara tí, at tú sigur, ”Ja, ókey, hasum kann eg trúgva, eg eri innanfyri. Vit síggjast í Himni.”

Nei. Soleiðis virkar tað ikki.

“...Gud hevur gjørt Hann til bæði Harra og Kristus, henda Jesus, sum tit krossfestu [við tykkara syndum].“ Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: „Tit menn, brøður! Hvat skulu vit gera?“ Pætur svaraði teimum: „Tit mugu venda frá synd tykkara og venda tykkum til Gud, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.

Tí til tykkara er lyftið og til børn tykkara og til øll, sum langt burtur eru—so mong sum Harrin Gud okkara kallar.“ Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði: „Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!“ Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt... Ápostlasøgan 2:36-41

Tú mást venda tær vekk frá tíni synd! Tú mást koma andlit til andlits við tín uppreistur ímóti Hansara Mynduleika og Yvirvaldi. Hann er tann Livandi Gud, ið skapti teg, og tín synd vanhalgar Hann. Verð ordiliga ærlig/ur og hugsa um, hvør tú ert, og hvat tú gert. Verð ”verulig/ur” við teg sjálvan, og verð eisini ”verulig/ur” við Gud. Ongar endurtak-eftir-meg bønir og religiøs ritualir. Hugsa ikki, at tú kanst blíva ”moralsk/ur” og verða ein fittari persónur, og síðan vil Gud bara rykkja teg í einum skundi upp til Himmals, tá alt er yvirstaðið. Vinur mín, soleiðisnar er tað bara ikki! GÓÐA/GÓÐI, eg inniliga bøni og biði teg um at hoyra meg!

”Gud hevur gjørt Hann til bæði Harra og Kristus, henda Jesus, sum tit krossfestu [við tykkara syndum].“

Hann segði, at vit máttu venda um frá syndini í okkara lívi. Tú veist hvørji hasi tingini eru—bæði innan og uttan. Hugsa um ólagið av øvundsjúku ella haturi ímóti øðrum? Hvussu við tí innilæstu strongdini og irritasjónini yvir smáar ampar, ið lítið hava at tíða? Ella tær ljótu kenslurnar tú hevði ímóti onkrum, og tey ljótu orðini tú segði við onkran, ið hevur svíkt teg ella sært teg. Kanska tú skrædnaði av øði ímóti hjúnarfelaga tínum í gjárkvøldið. Ella tú fyllir tínar tankar við ólevnaði ígjøgnum sjónvarpið ella við pornografii á Internetinum. Ella tú drekkur og nýtir stimbrandi evnir. Líkamikið hvat tað so er, ”Vend um, tí Ríkið Guds stendur fyri durum!“ Vend tær vekk frá tínum núverandi lívi, ið særir teg og særir Jesus, og vend tær til Hansara! Hann elskar teg! Vátta til Hann, at tú ikki ynskir at synda meira, og at tú ert ógvuliga kedd/ur, og at tú ynskir, at Hann skal vera tín rætti Valdsharri í tínum lívi—og med alla. Hann vil gera eitt nógv betur arbeiði at ráða enn tú! Tú hevur einki at missa og alt at vinna! Hygg Hann í eyguni, og bið Hann vísa tær hvør Jesus veruliga er. Bið Hann fyrigeva tær og seta teg fríðan frá trældómunum av synd. ”Um tí Sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir!” (Jóhannes 8:36)

Byrja við at verða veruligur og tosa við Gud, og opna tínar tankar og títt hjarta fyri Honum. Lít á Hann fyri fyrigeving og reinsan fyri tína fortíð. Lít Honum tína framtíð upp í hendur—spottanina, sum tú møguliga fert at møta, uppgevanina av ugganarklútunum av stoltleika, materialismu, reyping, illsinni, likamligum harðskapi, geyling, blótan, familju-avgudadýrkan, og sjálvstøðuleikanum, ið herðir og heldur tær aftur frá at verða eymur fyri Gudi og monnum. Lít á Hann við øll hesum tingunum. Hann elskar teg! Hann skapti stjørnubreytirnar—Hann er væl mentur at “varðveita tað, sum tú hevur litið Honum upp í hendurnar, intil tann Dagin” tá Hann kemur aftur eftir teimum, sum eru Hansara at taka tey Heim! Vend tær til Hansara og sig Honum, at tú vilt líta á Hann og fylgjast við Honum, líka mikið hvat, í allar ævir. Tú vilt ikki angra tað—og tann næsta milliardin av árum, vil veruliga vera tryggjað, fyri fyrstu ferð í tínum lívi.

Sum einaferð var sagt við ein mann, í rættiliga ringum líki, men sum líka so nógv geldur fyri teg... ”Hettar er støðan—tú hevur roynt alt annað, og tað havi eg við. Jesus er nóg mikið fyri hvønn sum helst, til eina og hvørja tíð—og eisini fyri teg. Eg bjóði tær einki uttan tann upprisna Harran. Eg bjóði tær einki uttan Jesus Kristus og Hann krossfestan. Hattar er tað. Tað er rimmarfast-lagt og avgjørt og kann ikki vikast. Hattar er alt. Um hattar ikki er nóg mikið fyri teg, so er tað einki, sum nakrantíð vil vera. Eg dingli ikki nakað frammanfyri tær. Eg kunngeri ein upprisnan Harra, syndana fyrigeving, og Lív í Hansara navni. Hann stendur í Dýrd við Faðirsins høgru hond, og lúðurin er við Gabriels varrar—og tú mást heldur syrgja fyri at verða tilreiðar.”

Frá okkara hjarta til títt

Fyri nógvum túsund árum síðani, bjóðaði og rætti Gud nakað út til tey, ið vildu lurta. Hanngav teimum eitt val og segði:

“Tú sært—eg havi í dag lagt fyri teg lívið og hitt góða og deyðan og hitt illa, við tað at eg í dag áleggi tær at elska HARRAN Gud tín, at ganga leiðir Hansara og akta eftir boðum, lógum og fyriskipanum Hansara, so tú kanst liva og nørast, og HARRIN Gud tín kann signa teg.

“Men vendir hjarta títt sær burtur, og vilt tú ikki akta, ja, letur tú teg dára og fellur niður og tilbiður aðrar gudar [so sum arbeiði, familjur, pengar, undirhald] og dýrkar teir, so kunngeri eg tykkum í dag, at tit skulu vissuliga ganga til grundar.” Fimta Mósebók 30:15-18, 8:17-19

Hattar sama valið er títt í dag. Av Hansara Kærleika og Góðvild hevur Gud gjørt tað møguligt at fáa fyrigeving fyri tína synd við Blóðinum av Syni Hansara, Jesusi. Hattar er, ein ikki eiti á, og sera dýr og ótrúlig útvegan. Hann elskar teg! Men Hann noyðir teg ikki til at gera nakað. Tað stendur til tín at rætta armin út og finna Hann og frásiga tær rættin til alt títt lív og geva tað yvir í Hansara sera álítandi Hendur. Tað veldst um teg at leita eftir Honum sum eftir einum sjáldsamum skatti og uppgeva allar tínar egnu ”skattir” Tað er tín uppgáva at venda tær frá tíni synd, og byrja at sóknast og leita og tosa við Hann. Og hettar vil ikki verða fyriuttan eitt sindur av pínu. Og í hesum kemst ikki uttanum, at tú hevur brúk fyri álvarsomum dirvi, og at tú í álvara ert ordiliga ærlig/ur við teg sjálvan. Men hvat Gud gevur afturfyri er ótrúligt! Tann gylti møguleikin, sum tú nakrantíð kanst fáa, bankar á tínar dyr. Um tú veist, at tú vart skapt/ur til meira, enn hvussu tú livur títt lív beint nú—so menn teg, og ger nakað við tað! Og sjálvt um tú ikki ert sannførd/ur og einki leggur í tað beint nú…sum vinur tín, so biði eg teg eisini inniliga, at álvarsliga umhugsa hvat tú hevur lisið í dag—tí tað geldur fyri teg við, hvørt tú “følur tað” ella heldur tað ella ikki!—

OG…Guds Ætlan hevur við sær, at tú byggir títt Nýggja Lív saman við øðrum, sum eisini doyðu til teirra fyrsta lív og eru nú fødd aðru ferð inn í Hansara Familju! Gev títt lív burtur, hvønn dag, saman við øðrum, sum brenna fyri at elska Jesus við øllum teirra hjarta, sál, sinni og styrki. Og lat ongan nakrantíð, nakrantíð yvirtala teg um, at hettar snýr seg um at “ganga til møtir” ella ”messu” ella at fara uppí eitt tiltak, ella at lurta eftir talum í veitslubúna, á eini klokkutíð og á onkrum staði, sum er lætt at spáa um frammanundan. Um tann VERULIGI Jesus var nakað, so var Hann ikki hattar! Men LANGT oman fyri alt hattar, so gav Hann Lív sítt burtur hvønn dag fyri onnur, og knýtti sítt Lív saman við lívinum hjá teimum, sum vóru fullkomiliga radikalt villig at missa alt fyri Hann. Gertað sama!

Eg bøni teg...Gev Lívsins Harra—títt lív. Beinanvegin! Tað er veldugt. Í allar ævir.

„Í dag, um tit hoyra rødd Hansara, so herðið ikki hjørtu tykkara!“ Hebrearabrævið 4:7

Til tín…

Nøkur av orðunum hjá Jesusi og teimum, sum livdu við Honum og kendu Hann sera nær, tá Hann var á jørðini, eru fangaði í Skriftunum. At tosa við Gud og at leita í Skriftunum er eitt frálíkt stað at fara til. Hann vil opna tíni eygu, so satt sum tú veruliga spyrt Hann og søkir Hann…

Leita eftir Honum

”Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri.” Matteus 7:7-8

”Tit skulu søkja Meg, og tit skulu finna Meg—táið tit søkja Meg av øllum hjarta tykkara.” Jeremia 29:13

”Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað; og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.” Matteus 7:13-14

Jesus gav Seg sjálvan fyri okkum

”...Harri okkara Jesus Kristus, sum gav Seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at bjarga okkum út úr hesum núverandi ónda heimi, eftir vilja Guds og Faðirs okkara! Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen.” Galatabrævið 1:3-5

”Hann bar sjálvur syndir okkara á likami Sínum upp á træið, fyri at vit, deyðir frá syndunum, skulu liva fyri rættvísini.” Fyrra bræv Pæturs 2:24

”Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar” Fyrra Korintbrævið 15:3

”so skal Kristus eisini, eftir at Hann eina ferð er ofraður til at taka burt syndirnar hjá mongum, opinbera Seg aðru ferð—ikki fyri at bera syndir—Men at vera teimum til frelsu, sum bíða eftir Honum.” Hebrearabrævið 9:28

”...Kristus doyði fyri tey ógudiligu.” Rómverjabrævið 5:6

”Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.” Esaias 53:5

Jesusar Yvirvald og Almáttur

”Og Hann er mynd hins ósjónliga Guðs, hin fyrstiføddi fyri ein og hvønn skapning, tí at í Honum vórðu allir lutir skapaðir í himnunum og á jørðini, hinir sjónligu og hinir ósjónligu, annaðhvørt tað eru hásæti ella harradømi ella máttir ella vald. Allir lutir eru skapaðir við Honum og til Hansara; og sjálvur er Hann fyrr enn allir lutir, og allir lutir standa við [og verða hildnir saman] í Honum.” Kolossubrævið 1:15-17

”...kraftini í veldis megi Hansara, sum hann sýndi í Kristi, tá ið hann vakti Hann upp frá deyðum og setti Hann við høgru hond Sína á himnagrundum, høgt oman fyri eitt og hvørt magn og ráð og vald og harradømi og eitt og hvørt navn, sum nevnt verður, ikki eina í hesum heimi, men eisini í hinum komandi, og legði alt undir føtur Hansara...” Efesusbrævið 1:19-22

”Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini. Og Hann er vorðin so mikið størri enn einglarnir, sum Hann hevur arvað dýrari navn enn teir.” Hebrearabrævið 1:3-4

Umvending

”Eftir ta tíð tók Jesus at kunngera og siga: »Vendið um, tí at Himmiríkið er í nánd!«” Matteus 4:17

“…Hann [áleggur og krevur og] gevur nú menniskjunum tað boð, at tey øll allastaðni skulu venda við. Tí Hann hevur ásett dag, táið Hann skal døma jarðarríki við rættvísi—við manni, sum Hann hevur sett til tað; og hetta hevur Hann prógvað øllum við at reisa Hann upp frá hinum deyðu.“ Ápostlasøgan 17:30-31

”Fáið tí eitt annað sinnalag og vendið um, fyri at syndir tykkara mega verða strikaðar, so at sálarbótar tíðir kunnu koma frá ásjón Harrans, og Hann kann senda tann Krist—Jesus—sum tykkum er tilætlaður” Ápostlasøgan 3:19-20

Praktiskt lýdni

”Og Hann segði við øll: »Vil onkur fylgja mær, tá skal hann avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín dagliga og fylgja mær. Tí at hvør tann, sum vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men hvør tann, sum missir lív sítt fyri mínar sakir, hann skal bjarga tí. Tí at hvat gagnar tað manni at hava vunnið allan heimin, men hava mist sjálvan seg ella bøtt afturfyri við sjálvum sær? Tí at hvør tann, sum skammast við meg og orð míni, hann skal Menniskjusonurin skammast við, tá ið Hann kemur í dýrd Síni og Faðirsins og heilaga einglanna.” Lukas 9:23-26

”Um onkur kemur til Mín og hatar ikki faðir sín og móður sína, konu, børn, brøður og systrar — ja, sítt egna lív við —hann kann ikki vera lærisveinur Mín. Tann, ið ikki ber kross sín og fylgir Mær eftir, kann ikki vera lærisveinur Mín.” Lukas 14:26-27

”...Hann doyði fyri øll, fyri at tey, sum liva, skulu ikki longur liva fyri seg sjálv, men fyri Hann, sum deyður og upprisin er fyri tey.” Seinna Korintbrævið 5:15

”Tí náði Guds er opinberað, øllum menniskjum til frelsu, og hon venur okkum upp at avnokta gudloysi og hinar veraldligu girndir og liva sámiliga, rættvíst og gudiliga í heiminum, sum nú er, meðan vit vænta hina sælu vón og opinbering dýrdar hins stóra Guds og Frelsara okkara Jesu Krists, sum gav Seg sjálvan fyri okkum at loysa okkum úr øllum lógloysi og reinsa Sær sjálvum ognarfólk, íðið til góð verk.” Titusarbrævið 2:11-14

”Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis—nei, men einans tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.” Matteus 7:21

”Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni. Og hvør tann, sum hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við ein fávitskutan mann, ið bygdi hús sítt á kyksendi; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell, og fallið var stórt.«” Matteus 7:24-27

Hví vart tú fødd/ur?

Sum David einaferð skrivaði:

”Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi. Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar. Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum. Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.” Sálmur 139:13-16

”Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum—sigur HARRIN—friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón. Tit skulu ákalla Meg og fara og biðja til Mín, og Eg skal hoyra tykkum. Tit skulu søkja Meg, og tit skulu finna Meg—táið tit søkja Meg av øllum hjarta tykkara. Eg skal lata tykkum finna Meg—sigur HARRIN—Og Eg skal føra tykkum út úr aftur fangatøkuni.” Jeremia 29:11-14

jesuslifetogether.com
Føroyskt Languages icon
 Share icon