Um eg doyggi áðrenn eg vakni
7/5/1985
Ynskir tú veruleikan?
Tað tykist sum um nútíðarhugsanin hevur ført okkum til eitt stað, har vit ikki trúgva, at Helviti er líka heitt, sum tað var fyri 50 árum síðan. Vit vilja heldur gjarna ikki trúgva uppá Helviti, so vit velja at nýta tann valmøguleika, at bara slett ikki trúgva uppá tað yvirhøvur. Vit trúgva uppá Himmalin, sjálvandi, men ikki Helviti. Hevur tú nakrantíð hoyrt onkran siga, ”Mín Gud er størri enn alt hattar. Mín Gud er ein kærleiks-Gud...mín Gud vildi aldrin sent nakran til Helviti.” Og, sjálvandi, hasi fólkini eru eisini tey, ið síðan siga, at Gud kundi ikki á nakran hátt havt nakran standard fyri teirra lív, tí ”mín Gud er størri enn alt hattar...mín Gud ynskir, at eg skal verða lukkulig/ur.” Veruliga, so er teirra gudur nógv minni enn tann VERULIGI GUD, tí at teirra gudur er gjørdur eftir teirra egnu mynd, (ístaðin fyri tað mótsatta)!
Tað ger okkum einki gott, at hava ein slíkan innstilning uppá lívið. Tað er ikki smart—tí at tað broytir einki uppá tingini. At trúgva á ein ávísan máta um okkurt, broytir ikki veruleikan. At trúgva at verðin er fløt, vil ikki gera verðina flæta. Tað er ein veruleiki uppií. Gud er ikki til at verða atkvøddur um. Tað er eingin atkvøðugreiðsla viðvíkjandi Himmalinum og Helviti. Tað ger veruliga ongan mun, hvat ið vit halda. Okkara uppgáva er, at íðin søkja sannleikan og at fjala okkara lív í sannleikanum og veruleikanum.
Hevur tú hjartaðið og dirvið til at kanna títt egna hjarta og at tveita tey tingini burtur, ið vildu forða tær í, at veruliga trúð sannleikanum um Himmalin og Helviti? Um hvør Jesus er? Um hvør Gud er? Um Guds lógir og at fylgjast við Gudi? Hevur tú tað sinnalagið at GLOYMA tey tingini, ið tú altíð hevur hildið, og at FINNA ÚTAV, hvat HANN sigur, at sannleikin er? Kanska vit vilja finna útav tí, sum vit hyggja at nøkrum sera praktiskum og umráðandi tingum...1
Tey eru fá, sum finna hann
”Hann ferðaðist nú gjøgnum býir og bygdir og lærdi, og tók leiðina til Jerúsalem. Ein segði við Hann: „Harri, munnu tey vera fá, sum verða frelst?“ Tá segði Hann við tey: „Stríðist fyri at koma inn um hitt tronga portrið! Tí mong, sigi Eg tykkum, skulu royna at koma inn og ikki kunna. Frá teirri stund húsbóndin hevur reist Seg og stongt dyrnar—um tit tá fara at standa uttanfyri og banka uppá og siga: „Harri! Lat okkum upp!“ tá skal Hann svara tykkum: „Eg kenni tykkum ikki, hvaðani tit eru.” Lukas 13:22-25
“Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað; og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.” Matteus 7:13-14
Út frá hesum báðum úttalilsinum søgd av Jesusi og niðurskrivað í Bíbliuna, so er tað klárt, at tað vil ikki verða ein persónur, sum nær vegin fram til Himmals av tilvild, ella við at ynskja, at tað skuldi verið so. Tað vil faktiskt vera nógv fólk, sum vilja royna at náa tað til Himmals, og Guds Sonur, (sum eg vági at siga, veit hvat Hann tosar um), segði at tey vilja ikki verða før fyri tí!
Eg sigi hatta, fyri líkasum at skaka teg til at teinkja við mær ígjøgnum restina av hesum skrivinum, tí um tú ikki ert við mær á hesum punktinum, so vil restin av hesum verða eitt bert tíðarspill. Tú mást taka hesi tingini sera álvarsliga og persónliga fyri títt egna hjarta. Ikki fyri onkran annan. Annars, so vil Gud ikki tosa til tín ígjøgnum hetta, og títt hjarta vil gerast hart. Og um títt hjarta er hert, so vil tað vera lítil møguleiki fyri, at Gud vil verða førur at prika títt hjarta og føra teg aftur. Tað vil verða nógv torførari. Vandin umhugsa, hvat eg eri í ferð við at siga—tak tað praktiskt og persónligt.
Hálsfevn Sannleikan
Tí vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi hjá menniskjum, sum við órættvísi kúga sannleikan. Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert. Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan. Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt. Meðan tey róstu sær av at vera vís, vórðu tey dárar... Rómverjabrævið 1:18-23
Hetta versið frá Bíbliuni klárliga sigur okkum, at Gud dømir eftir, hvørt vit “kúga sannleikan,” ið Hann vísir okkum og velja at liva órættvís og sjálvsentreraðið lív, ella, um vit heilhugaðið hálsfevna Hansara Sannleika. Hava vit sjálvi gjørt nakað við tað, fyri at finna útav, hvørjir Guds vegir eru? Ella eru vit dovin og líkasæl?
Okkara arbeiði í lívinum er, sum Bíblian sigur, at “elska sannleikan, so vit kunna verða frelst.” Persónurin, ið søkir, skal finna. Hetta er, hvat vit øll nýtast at gera, líka mikið, hvat støði vit eru á í okkara stremban eftir Sannleika. Gud svarar bønirnar hjá teimum, sum íðin søkja, ikki bønirnar hjá teimum, ið líta á teirra avrik (hyggjandi aftur í fortíðina og rokna onkur góð ting sum nóg mikið).
Eingir umskylningar
Hvussu so við støðuni, har okkara umhvørvi á ein ella annan hátt hevur blindað okkum? Kanska vit eru uppvaksin í einum sera vándum umhvørvi ella í onkrum sera materialistiskum umhvørvi, og Guds sannleiki er óklárur fyri okkum. Vit hava haft øll hesi tingini skumpaðið upp í andlitið ár eftir ár, antin vegna ringar familjuumstøður ella okkurt øtiligt ting seinni í lívinum. Hvussu er tað við øllum hesum ymisku tingunum?
Ímeðan summi vildu dámt at hugsa, at hattar eru góðtiknar grundir til at ignorera Gud og Hansara sannleika, so sigur Bíblian, at Gud hevur gjørt Hansara sannleika kláran. Og Gud veit, hvat Hann ger. Tað stendur, at øll menniskju “hava einki at orsaka seg við.” Tað er líka mikið, hvussu títt umhvørvi so var. Tað er líka mikið, hvat tínar fysisku avmarkingar eru, ella hvat tínar samfelagsligu avmarkingar hava verið—Hattar hevur so avgjørt einki við tað at gera. Øll menniskju eru uttan umskylning, tí at Gud hevur gjørt tað til Hansara verkætlan at vísa okkum nóg mikið av sannleika, fyri at finna útav, um antin vit fara at stremba eftir sannleika, ella venda vekk frá honum. Hann hevur víst okkum nóg mikið av sannleika, til at opinbera, hvat fyri lyndi okkara hjørtir hava.
Í Jóhannes 16, har stendur, at Heilagi Andin kom at sannføra heimin um, at tey eru sek viðvíkjandi synd. “Heimin”...við øðrum orðum, øll. Øll eru uttan umskylning, tí at Gud hevur víst okkum øllum nóg mikið av sannleika, fyri at vita, hvørt vit vilja stremba eftir sannleikanum, ella lata hann liggja við vegjaðaran sum vit ganga framvið. Á handa hátt, so er tað rættiliga lætt at skilja, at tá Gud hevur hetta tingið kallað “Himmalin” og hetta tingið kallað “Helviti,” at so er Hann ikki órættvísur. Hann hevur gjørt valgið klárt fyri okkum—vit eru øll uttan umskylning.
Gud er rættvísur: Hann vil geva teimum trongd afturfyri, sum treingja tykkum, og geva tykkum, sum verða trongdir, hvíld saman við okkum, tá ið Harrin Jesus verður opinberaður av himni við einglum veldisins, í logandi eldi, tá ið hann letur hevnd koma yvir teir, sum ikki kenna Guð, og yvir teir, sum ikki eru lýdnir móti gleðiboðskapinum um váran harra, Jesus, teir, sum skulu líða revsing, æviga glatan burtur frá ásjón Harrans og burtur frá dýrd veldis hansara, tá ið Hann kemur á tí degi til at sýna seg dýrmætan í sínum heilagu og undursaman í øllum teimum, sum trúð hava. Og tit eru taldir uppí, tí at tit trúðu vitnisburði okkara til tykkara. 2 Tessalónikubrævið 1:6-10
Straffur er goymdur til tey, sum ikki kenna Gud og fyri tey, sum ikki eru lýðin Gleðiboðskapinum um Harran Jesus. Tá Hann kemur aftur við logandi eldi, sum hundrað milliónir einglar fylla himmalhválvið, so vil tað verða uggan fyri Guds fólk. Men, tað stendur, at tey, sum ikki kenna Gud, og sum ikki eru lýðin Gleðiboðskapinum um Harran Jesus, møta oyðing, ið er ævig. Tey vilja verða stongd úti frá tí dýrdarríku nærveruni av tí Almáttuga Gudi.
Hvat er Helviti?
Hvat nágreiniliga er Helviti? Er tað hvar Gud velur, at Hann vil taka ein písk fram og píska okkum, tí at vit ikki gjørdu, hvat Hann vildi hava okkum at gera? Svarið til hattar er NEI. Faktiskt, so er Helviti stongt úti frá tí dýrdarríku nærveruni av Gudi.
Tá ið vit hyggja út ígjøgnum vindeygað, so kunnu vit bara ikki hjálpa annað enn at síggja Guds Dýrd. Hatta er, hvat tað sigur í Bíbliuni í Rómverjabrævinum kapittul 1. Hansara skaparaverk sýnir Hansara stórleika og Hansara dýrd og Hansara kærleika. Út av øllum tingum, síggja vit trøini vaksa upp úr moldini. Hvussu kann hetta vera gjørligt? Sólskinið, teir bláu himnarnir, fuglarnir í luftini, oksygenið, ið vit anda, svalan av kvøldinum, mánin, stjørnurnar—skapanarverkið er vakurt. Hetta er ein partur av Guds natúru. Hann gav okkum øll hesi tingini, tí at Hann elskar okkum. Líka mikið, hvat tín støða er í lívinum (hvørt tú livur í fullum uppreistri ímóti Gudi, ella í fullum felagskapi við Gud), soleiðis sum tingini eru beint nú, so luttekur tú enn í dýrdini av tí himmalska. Fyri fyrst, so luttaka vit øll í tí góða frá Gudi og hava felagskap við Hansara skapanarverk.
Men tó, so vil tað koma ein dagur, tá frumevnini vilja brána við brennandi hita og himnarnir og jørðin vilja verða forkomin, og tann dagurin skal, knappliga, draga ein linju ímillum ljósið og myrkrið, sum eksisterar beint nú. Tað er eyðsæð, at tað er myrkur, synd og korruptión á jørðini. Eingin spurningur um tað. Ljós og myrkur eru blandað saman, og okkum er øllum klárliga givin ein møguleiki at síggja nóg mikið av ljósi, til at stremba eftir hasum ljósinum, og venda okkum vekk frá myrkrinum. Tó, so vil tað koma ein tíð, tá handan linjan verður drigin og løgd rimmarføst, og øll tey, sum liva í uppreistri ímóti Gudi, vilja verða stongd úti frá Guds nærveru. Tað vil ikki vera meira av Gudi í nøkrum sum helst.
Tú kanst ímynda tær hetta í tínum huga við at hugsa um, hvat vildi hent, um í morgin ári, sólin ikki kom upp aftur. Bara eitt lítið ting—bara ein lítil partur av Guds skapanarverki. Um sólin ikki kom upp, og vindarnir byrjaðu at ýla, og trøini og djórini byrjaðu at doyggja, og síðan kavarnir komu og lívið bara bleiv køvt, so vildi jørðin blivið eitt ússaligt, vamlisligt stað, og alt lív vildi verðið týnt.
Hatta er, hvat vildi hent, um Gud tók sólina burtur, einans hatta lítla sindrið av Hansara góðsku. Um tú kanst ímynda Gud knappliga taka burtur alt, ið er gott og heilt og vakurt—allan kærleikan, alla góðvild, allan vakurleikan—og lata einki vera eftir uttan myrkur, ljótleika, hatur og andstygd...so er hattar akkurát tað, ið fer at vera eftir. Tað vil ikki vera nakað eftir av Gudi í Helviti. Hatta er, hvat Helviti er. Tað er ikki nakar dómur, ið Gud kastar niður á fólk, ið ikki gera tingini uppá Hansara máta. Tað er bara, at tey, ið hava valt at hava felagskap við Gud á hesi jørðini, vilja liva í fullum felagskapi sum tey síggja Hann andlit til andlits, og tey, ið hava valt at gera teirra egnu syndafullu natúru til vildar og tænt faðirinum at lygnunum, vilja síggja Gud trekkja aftur felagskapin, ið Hann hevur deilt við tey. Hatta er alt, ið tað er. Og hvat ið eftir er, er ræðuligt út um orð—hattar er Helviti. Hann vil deila Hansara felagskap við tey, ið hava havt felagskap við Hann her, og trekkja hann fult og heilt aftur frá teimum, ið ikki hava valt at hava felagskap við Hann her. Hattar er, hvat Helviti alt snýr seg um.
So, hvør er í vanda av Helvitis fastatøku?
Fylgjandi vers er tikið frá Galatabrævinum í Bíbliuni:
“Verk holdsins eru opinber; tey eru: sexualur ólevnaður, óreinska (sum vísir seg at vera nakað annað enn sexualur ólevnaður), skammloysi, avgudadýrkan (at seta okkurt, hvat sum helst, fram um Gud—í tínum kekkhefti, í tínari tíð, í tínum tonkum), gandur (tað kann umfata teigin í blaðnum, ið fortelur frá tínum dagliga horoskopi, ella at spæla við eitt Ouijaborð), hatur, klandur, sjalusi (nakað so einfalt sum sjalusi, stendur javnlíkt við gand og sexualan ólevnað), vreiði (temperamangsanføll... hvussu gongst tær við tí? Við tínum kamarsfelagum, stravsfelagum, trafikkinum, børnum, foreldrum, hjúnafelaga?), sjálvsøknar ambitiónir, tvídráttur, ósemja, øvund (at hyggja eftir tingunum hjá øðrum og ynskt tær, at tú kundi havt tey), drykkjuskapur, fyllskapur og annað tílíkt. Eg ávari tykkum—eins og eg eisini áður havi gjørt—at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva Guds ríki.”
Ver ikki svikin. Um nakað av hasum tingunum eru ein lýsing av tínum lívshátti, mátanum tú livur uppá, so hugsað ikki, at tú vilt arva Guds Ríki. Tú kanst “ganga í kirkju” ella “ganga til møtir” níggju dagar um vikuna og tað vil ikki broyta hattar skriftstaðið. Vit hava lyndi til at gloyma at taka okkum av okkara egna lívi, og heldur hugsa, at onkur formur at gudsóttan vil frelsa okkara sálir. Tað er bara ikki so. Hatta er ikki hvat ið tað sigur. Guds Orð sigur, “Ikki hugsa, at nakar, ið livur á handa hátt, kann uppá nakran møguligan máta fara til Himmals.” Grundin til, at hetta er satt, er tí at tað er eitt ting kallað synd, og løn syndarinnar er altíð deyði. Hatta er natúran av universinum. Og tað er bara EIN Maður, JESUS, sum kann seta okkum fríð!
Helviti finst
Lat okkum fara aftur og tosa eitt sindur meira um hetta modernaða svikabragdið, ið sigur, “Tað finst einki Helviti.” Tað er eitt gamalt orð, ið sigur, “Tann maður, ið roynir at prógva, at tað ikki er nakað Helviti, hevur vanliga eina persónliga grund fyri at gera hetta.” Veruleikin er, at Helviti er til. Síðan hetta er satt, so ynskir Gud, ið hevur umsorgan fyri Hansara Skapningi, vissuliga at gera tí vitanina tilgongiliga fyri okkum! Hann ynskir okkum at hava ein kunnskap av veruleikanum, at Helviti er ógvuliga veruligt. Hetta er nakað, sum vit ikki kunna taka burtur, bara tí at tað er ófjálgandi. At látast ikki vita um Helviti, vil ikki fáa tað til at fara burtur, meira, enn at ignorera deyðan vil fáa deyðan at fara burtur. Helviti er veruligt, og okkum tørvar at skilja, at tað er veruligt—á sama hátt sum Himmalin er.
Eingin stuttleiki og eingi spøl
Eg havi hoyrt summi fólk skemta um Helviti. Tey siga, “Íðan, tað er tó, hvar allir mínir vinir fara at vera, so tað er alt í lagi við tí. Fyrr enn ikki, so vil eg hava vinir at verða saman við har niðri. Vit vilja bara hava eitt stórt gildi har.” Tú mást vita, at hatta er ein sera, sera vandamikil máta at hugsa uppá. Fyri tað fyrsta, so er hatta fávitska viðvíkjandi Skriftunum—tað er eisini reingjan, óbíbilskt og sjálvmorðiskt. Tað vil ikki vera nakar stuttleiki ella spøl í Helviti yvurhøvur! Tað vil vera eitt stað av totalum myrkri. Tað vil vera eitt stað av gráti og tannagrísli. Tað er torført at hava nógvan stuttleika við tínum vinum, tá tú ert í fullkomnum myrkri og ræðuligari pínu. Gud er ljós og Gud vil ikki vera til staðar har. Tú vilt ikki so mikið sum vera førur fyri at síggja tínar fingrar frammanfyri tínum andliti. Har vil ikki vera nakað ljós og eingin uggi av vinarlagi.
Í Opinberingini 14:11 stendur, at “Roykurin av pínu teirra stígur upp í aldur og allar ævir.” Opinberingin 20:10 sigur, at “tey skulu verða pínd dag og nátt í aldur og allar ævir.” —Har er eingin hvíld dag ella nátt. Tað er einki undirhald ella gaman har. Tað heldur á, út í tað óendaliga. Eingin stuttleiki og spøl—einans eitt syrgiligt einsemi og ein djúp útrópan eftir onkrum ella EINUM, ið ikki er har. Fullkomið einsemi. Tú vilt vera púra einsamallur/einsamøll í hesum pínustaðinum.
Totalt myrkur í allar ævir
Tann versti parturin er, at Helviti er ævigt. Um tað einans vildi varað í 1000 ár, so kundi eg, eftir at eg kom ígjøgnum tann fyrsta dagin, sagt við meg sjálva/n, “Ná, bara 999,997 ár eftir. Men soleiðis virkar tað ikki. Helviti er ævigt.
Matteus 25:46 “Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.” Helviti er ein ævig revsing—grátur og tannagrísl. Tað er ævig revsing fyri tey, sum eru uttan Kristus, og tað er Ævigt Lív fyri tey, sum eru rættvís. Summi hava sagt, at hendan revsingin er nakað, ið bara hendur tí einu ferðina—at okkara sálir verða fullkomiliga tileinkisgjørdar og tað er endin av tí. Summi fólk vilja fortelja tær, at í Helviti, vilja vit ikki hava meira trupulleikar, tí at vit verða tileinkisgjørd med alla. Hetta fullkomiliga loypur um, hvat Gud hevur sagt um hatta evnið. “Roykurin av pínu teirra stígur upp í aldur og allar ævir.” Jesus brúkti tað sama orðið fyri “ævigt” lív, ið Hann gjørdi fyri “æviga” revsing. So leingi, sum Himmalin varar, tað er, hvussu leingi Helviti varar. Tey bæði eru eins uppá tann mátan. Tey renna parallelt til hvørt annað. Lívið heldur ikki bara uppat við einum niðurfalli.
Helviti er eitt stað av eldi. Vit finna hasa lýsingina ferð eftir ferð. Tú spyrt teg sjálvan, “Men, hvussu kann tað vera eitt stað av eldi og ikki verða brent upp?” Er Gud, ið skapti alt, ikki førur fyri at gera HVAT SUM HELST (minnist tú Móses og tann brennandi tornarunnin, ið ikki vildi brenna upp)? Líkamikið, um okkara ússaligu sinnir skilja tað ella ikki, so er Gud mentur at gera hvat sum helst hasum líknandi. Um vit nokta at broyta okkara lív og at liva fyri Kristus og at vera Honum lýðin á hvørjum øki, so vilja vit finna okkum sjálvi í hasum staðnum av eldi, ið aldrin brennur upp. Hatta er eitt lyfti, ið Gud hevur givið. Gud lýður ikki. Hann vil uppfylla hatta lyftið.
“Sum nú illgrasið verður sankað saman og brent upp, so skal eisini verða, táið henda tíð er á enda. Menniskjasonurin skal senda út einglar Sínar, og teir skulu sanka saman úr ríki Hansara alt tað, sum voldir synd, og tey, sum gera órætt. Og teir skulu kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl. Tá skulu hini rættvísu skína sum sólin í ríki Faðirs síns. Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!” Matteus 13:40-43
Sum tað vísir seg, so fekst Jesus við fólk, sum ikki vildu lurta. Jesus segði, “um tú hevur oyrir, so góða/góði hoyr, hvat eg sigi.” Jesus kom so vissuliga ikki at oyða verðina, men at bjarga henni. Hann ynskir ikki, at nakar skal fella í Helvitis vald. Hann segði ikki, “Ha, Ha, Ha, summi av tykkum fara at brenna í Helviti.” Hann segði, “Góða/góði lurta eftir, hvat eg sigi. Helviti er veruligt. Tað eksisterar.” Góði/góða døm um og viðgerð títt lív hareftir. Tað fer at vera eldur—Tað er VERULIGT! Vit tosa ikki um ævintýrversjónina av lívinum eftir deyða. Helviti er nakað sera veruligt, ið Jesus brúkti nógv av Síni tíð til at tosa um. Tað er eitt stað av eldi og eitt stað av myrkri. Her eru meira av Jesusar orðum um hetta evnið:
“Kastið hin ónýta tænaran út í myrkrið uttanfyri!”—Har skal vera grátur og tannagrísl!” Matteus 25:30
“Men tann, ið verður einum av hesum smáu, sum trúgva, til ástoyt, honum var tað betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið. Um tí hond tín freistar teg, so høgg hana av! Tað er tær betri at ganga krypil inn til lívið enn at hava báðar hendurnar og fara í Helviti, í hin ósløkkjandi eldin.” Markus 9:42-43
Aftur, fyri tey, ið pástanda, at Helviti er ein alt fyri eitt oyðilegging, so vita vit, at Jesus kann ikki fara skeivur. Og Jesus segði, at Helviti er eitt stað av gráti, og at Helviti er eitt stað av tannagrísli. Hvussu kann ein persónur, ið alt fyri eitt er burturdampaður, hava tíð til at gráta? Hvussu kunnu tey hava tíð til at grísla teirra tenn? Týðiliga, so er Helviti ikki ein alt fyri eitt oyðilegging, sum summi vilja pástanda.
“...har ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sløknar.” Markus 9:48
Sálin er tilvitandi
Tað er eitt stað av myrkri, eitt stað av eldi, eitt stað av líðing. Sálin veit til sín. Hetta er ikki bara í onkrari verð av gloymsku, har tú ikki skilir ella kennir nakað aftur. Faktiskt, í Lukas 16, har dregur Jesus eitt forhang aftur, og letur okkum taka eitt eygnakast inn í ævinleikan. Ímeðan summi vilja kalla hesar Lærurnar hjá Jesusi “symbolskar,” so bendir bæði samanhangið og innihaldið á, at Jesus var fullkomiliga greiður og álvarsamur um, hvussu Ævinleikin veruliga er. Natúran av Ævinleikanum er júst so, sum Jesus lýsir hana! Hvat kunnu vit læra frá hesum?
Lazarus er settur fríður frá byrðunum av hesum lívinum. Hann er fríðaður frá fátakradøminum, eyðmýkingini og skommini, sum hann hevði í lívinum sum ein biddari. Í lívinum eftir deyðan, var Lazarus klæddur við einum kappa av ljóma og stórum ríkidømi. Og hatta er veruliga, hvat Himmalin alt snýr seg um. Hetta er lagnan hjá einum, ið gongur sum Jesus gekk, og vil liva soleiðis, ið Jesus vil, at tey skulu.
Tó, tann ríki maðurin fann seg sjálvan í einari sera øðrvísi støðu. Allar ognir hansara og alt hansara ríkidømi varð tikið frá tí ríka manninum. Øll hansara æra, hansara tign, hansara vald—hansara eginleiki at siga fólkum, hvat tey skulu gera, var tikið frá honum. Hann upplivdi Guds vreiði og leið eyðmýkingina og tí sváru pínsluna av at vera atskildur frá Gudi í lívinum eftir deyðan. Hatta var lagnan hjá tí ríka manninum, vegna valgini, ið hann valdi í hansara lívi á jørðini.
Í Lukas 16 síggja vit, at tann ríki maðurin rópaði eftir Lazarus at lata ein dropa av vatni á tunguna hjá tí ríka manninum. Hatta einsamalt, meinast við, at ein veit til sín. Tað er eisini klárt, at tann ríki maðurin mintist hansara brøður, ið vóru í vanda fyri hesum sama lutinum. Helviti er ikki ein gloymistaður, har ið vit ikki skilja ella føla nakað. Har er grátur og tannagrísl. Tað er ein tilvitandi støða. Ein intens líðing í totalum myrkri.
Revsing, ið passar til brotsgerðina
Ein vanligur spurningur, ið fólk spyrja er: “Er ævinleikin ikki ov leingi at líða? Vildi tú ikki hildið, at ævinleikin er ov leingi at líða sum revsing fyri nøkur fá stutt ár av uppreistri her á jørð?” Hatta er ein góður spurningur, men eg havi tveir aðrar spurningar. Fyrst, á hvørjum grundarlagi tá, vildi tú hildið, at tú nakrantíð kundi uppiborið Himmalin—ævigt paradís, dýrd, frið, troyst, rættvísi og lív í allar ævir—fyri nøkur fá stutt ár at hava yvirgivið títt lív inn í Blóð Jesusar? Hvussu ber tað til, at tú hevur uppiborið ævinleikan í paradís í umbýti fyri nøkur fá stutt ár á jørðini? Og tó, hatta er lætt at ímynda sær, ímeðan ævig líðing í umbýti fyri nøkur fá stutt ár av sjálvsentreraðum livihátti onkursvegna er ikki. Hatta tykist ikki at vera ærligt ella logist, ger tað? Næst, roknar ein dómari revsingina fyri eitt brotsverk eftir, hvussu leingi tað tók at fremja brotsverkið? Ella roknar hann dómin eftir tí ógvisligu natúruni av brotsverkinum, ið er involverað?
Lat okkum siga, at ein persónur framdi eitt brotsverk, ið tók einans fimm sekund at fremja. Vildi tað verðið rætt fyri ein dómara at døma hann í fongsul uppá lívstíð fyri eitt brotsverk, ið einans tók fimm sekund at fremja? Til dømis, at drepa tíni børn ella tín granna? Tað tekur ikki leingi at skjóta eina kúlu inní bringuna hjá onkrum. Og um onkur brutalt drap títt einasta barn, so vildi tú havt okkurt at siga um tað, um dómarin einans dømdi drápsmannin til fimm sekund í fongsul, vildi tú ikki? Ella sjálvt fimm ár fyri tann skuld...
Tað hevur einki at gera við, hvussu leingi vit synda, ger tað? Tað hevur at gera við tvey ting: Hvat er natúran av brotsverkinum? Og, hvør var lóggevarin, ið av fyrstan tíð almannakunngørdi tað sum eitt brotsverk?
Um tú ikki vart lýðin tínum bókavørði, so vildi tað ikki verðið so serliga nógv, ið kundi verðið gjørt við tað. Hann hevur ikki nógvan mynduleika. Tó, tín landsins leiðsla ber nógv meira mynduleika, ger hon ikki? So, tá eg havi gjørt teimum skeivt, so kann eg verða dømdur við einari størri revsing. Nú, hugsa um revsingina fyri tey, ið standa ímóti Altvaldandi Gudi! Tey, sum treiskast ímóti teirra Skapara, eru í álvarsomum trupulleika. Vegna Hátignina av Lóggevaranum, so er revsingin tess meira hørð og viss. Vit gera okkum sjálvi til gudar, og vit siga, at Gud hevur einki at siga. “Eg fari at gera tað mín veg. Eg eri fríð/ur. Eg kann liva mítt lív, soleiðis sum tað tykist mær best.” At gera okkum sjálvi til gudar, er eitt sera hugmóðugt og álvarsamt brotsverk.
Gud sigur at ljótleikin av okkara stoltleika, ella sjalusi, ella sjálvsøkni, ella baktalandi tungu drepur tann einborna Son Guds. Vildi tú sagt, at hatta er ein álvarsamt brotsverk? Tað er tað, hvørt tú heldur tað ella ikki. Og hattar er grundin til, hví Helviti er ein ævig revsing og vit eru dømd í allar ævir, ikki bara í eitt stutt tíðarskeið. Opinberingsbókin nýtir orðingina “í aldur og allar ævir” 13 ferðir. Tað er nýtt 10 ferðir viðvíkjandi lívsskeiði Guds, lívskeiði Jesu Krist og lovsongunum í Himni. Hinar tríggjar ferðirnar er tað nýtt viðvíkjandi roykinum av pínuni í Helviti. So, so leingi sum Guds lívskeið er—tað er hvussu leingi Helviti varar. Helviti er ein tilvitandi, óendalig líðing.
Sum um hatta ikki var nokk (ið tað er), so er tað eisini ein annar máti at hyggja uppá tað. Okkara syndir steðga aldrin við okkum sjálvi. Tær halda áfram inn í lívini hjá øðrum fólkum. Okkara syndir særa, raka og ávirka onnur fólk. Okkara vøl og livihættir hava eina ávirkan á og broyta sjálvt lívini hjá øllum teimum, ið vit møta. Fyri júst hesa grundina, so er tað einki sovorit ting sum ein lítil synd.
Ein vísur maður segði einaferð, “Skeltið á durastavinum hjá Helviti lesur soleiðis: ‘Tey, ið fara ígjøgnum hesa hurðina, leggja alla vón eftir uttanfyri.’” Tað er eingin vón, eftir at vit fara ígjøgnum hasi portrini. Hebrearabrævið 10:31 sigur ikki uttan grund, at tað er øgiligt at falla í hendur hins livandi Guds, eitt rævuligt og øtiligt ting at falla í Hansara hendur. Tað er ikki nøkur marra ið tú kundi havt, ið vildi komið nær ræðsluni av at liva í Helviti í ein minutt, tíðans heldur í allar ævir.
Men áhhhhh, hvat ein møguleiki!
Nú, lat okkum venda einum øðrum populerum spurningi...Hevur tú nakrantíð hugsa um, hví ein undursamur, góðviljaður, gávumildur, elskandi, dýrdarríkur Gud, vildi latið eitt slíkt skelkandi stað verið til? Tað er tí, at hetta skelkandi staðið var ikki meint fyri TEG!!! Ein av grundunum, at tað er so ringt, er tí, at tað var ikki fyrireikað til okkum. Jesus segði, at tað var fyrireikað til “djevulin og hansara einglar.” Hann ynskir ikki, at tú skalt vera har. Hetta er hví, at tað er eitt slíkt rævuligt rævuligt stað. Jesus segði, at vegurin er breiður, og leiðin, ið førir til undirgang, Helviti, er breið. Tann allar størsti meirlutin av fólki vilja taka handa breiða, rævuliga vegin, ið førir til undirgang. Men, TAĐ er ikki, hvat Gud ynskir fyri teg!
Ynskir tú at vita, hvat Hann hevur bíðandi fyri tey, ið totalt og fullkomiliga vilja geva teirra lív til Hann? Hann ætlar, at vit skulu liva í fyllu Hansara, har tíðin ikki eksisterar og gleðin flýtir yvir. Uttan iva hevur tú upplivað eina tíð, tá tú vart saman við onkrum ella í onkrari umstøðu, ið var fullkomiliga undranarverd, og var ein fantastisk tíð. Tú hugdi at tínum uri og tú helt, at 30 minuttir vóru farnir, men tímar vóru gingnir! Tíðin eksisterari ikki. Hatta er tað slagið av forholdi, ið Jesus veruliga ynskir at hava við okkum, og fyri okkum at hava við hvønn annan, fyri tann skuld—har tíðin ikki eksisterar. Vit eru so vekk og yvirfylt í Hansara gleði og í einum forholdi við Honum, at vit stíga út úr tíðargrensunum. Tað átrokandi, prioritetirnir, og øll krøvini av okkara umstøðum, okkara stúranir, og okkara óttanir—hava einki at siga. Er hatta ikki hvat ið hendur, tá tú veruliga ert í eini støðu av kærleika og yvirflóð og gleði, ið er uppfyllandi og verulig og livandi? Tú bara missir tíðina burtur. “Wow! Tað tykist sum um, at vit bert hava verið her í nakrar fáar minuttir.” Vit hava øll havt onkra tíð í okkara lívi, hvar Gud vísti okkum handan skuggan av, hvussu tað er at verða saman við Honum—um vit bara vildu opna okkara eygu at síggja Hann. Tíðin eksisterar ikki í Hansara verð.
Gud veit, at um vit vilja geva okkum stundir at verða hjá Honum, so vil Hann prógva Sítt lyndi til okkum á ein slíkan hátt, at Hann vil verða púrasta ómótstáðiligur. Eginleikarnir av Hansara sinnalagi eru bergtakandi. At verða mistur burtur í tíðini hendur, tá ið tað er okkurt undranarvert viðvíkjandi tí ið hendur. Tað er okkurt við at verða saman við Honum, sum vil sleingja teg út úr øllum hinum tingunum, ið tú ert plágaður og tyngdur niður við. Knappliga, so stendur tú púra bilsin í undran yvir nakað, ið er uttanfyri tað, sum tú vanliga upplivur. Soleiðisnar er Jesus. Hann bjóðar okkum at koma at ganga saman við Honum. ”Kom, lat okkum tala saman um rætt. Eg vil bergtaka teg við øllum Mínum eginleikum av góðsku, náði og ævigari fyrigeving.
”Mín persónligheit vil verða tær so tiltrekkjandi, at tú vilt ikki verða før/ur fyri at bera tað. Tú vilt ikki verða før/ur at standa Mær ímóti, so kom bara og gang við Mær eina lítla løtu. Um tú bara vilt isolera teg sjálvan eitt lítið sindur, so vilt tú síggja Mítt bros, tú vilt síggja glæmuna í Mínum eygum, tú vilt síggja, hvussu vindurin blæsir ígjøgnum Mítt hár, tú vilt síggja og hoyra og uppliva ting, ið vilja flyta teg til eina aðra verð, og tíðin vil ikki vera til har meira. Tú vilt síggja Mín leiðaraskap og Mína styrki. Tú vilt síggja, hvussu Eg hari eina loysn ímóti synd. Tú vilt síggja, at Eg havi eina fokusering og eina klára sjón, um hvat lívið er ætlað at vera. Og tú vilt hoyra djúpdina í Mínum látri og føla varman av Mínum upplívgandi fevning. OG, Eg veit, hvussu at føra teg har! Kom og fylg Mær eftir. Eg vil vísa tær leiðaraskap. Eg vil vísa tær styrki. Eg vil vísa tær eitt óvikiligt lyndi og lívsvirði, ið vil grípa teg, sum vil gera, at tú ynskir at koma við Mær, tí at tað er trygt og sikkurt har sum Eg eri. Eg vil vísa tær eina góðsku og ein beinraknan neyvleika, ið vil síggja beint inn í títt hjarta og lív. Um tú kemur til Mín og leggur niður títt ússaliga lív, fult av tær sjálvum, so vil Eg vaska teg, og reinsa teg, og lata Anda Mín búgva innaní tær. Síðan vil Eg draga fram diamantarnar, rubinurnar og gimsteinarnar, sum eru har. Eg vil draga hasi tingini fram. Eg vil gera teg til eina drotning, Eg vil gera teg til ein kong.”
Jesus hevur allar hesar eginleikarnar. Hann er skynsamur og vitugur uppá 1000 ymiskar mátar, og vísur út um orð. Hetta er okkara Meistari. Hetta er Jesus. Hetta er ikki nakað ævintýr. Hetta er ikki nøkur søga harúti, um onkran gud, sum skapti jørðina og situr á einari stórari hvítari trónu og vit fara øll at verða dømd. Hetta er um persónin Jesus og Faðir Hansara, ið valda yvir okkum. Um vit bara vilja verða hyggjandi, um vit vilja geva okkum tíð til at finna Hann, so er tað fullkomiliga eingin kjansur at standa Honum ímóti longur. Trupulleikin hevur verið manglandi fúsleiki at yvirgeva okkum í Hansara sera dugnaligu og kærleiksfullu hendur. Hansara trúfesti er ótrúligt. Men vit koma ikki altíð so nær, at vit síggja tað, tí vit gerast eitt sindur ov skundmikil, ov sjálvsøkin, ov líkasæl—vit geva okkum bara ikki tíð, til at verða tikin á bóli í undran og ovfarni og verða vunnin yvir av Honum.
Hann ynskir at byggja ein her av eftirfylgjarum, men hetta er ikki bara nøkur teoretisk, logisk, trúarlærusøk—”Fylg mær, ella fert tú til Helviti.” Well, hatta er sannheit, men hatta hevur einki at gera við, hvat Jesus kom at vísa teimum tólv. Heldur tú, at teir fylgdu Jesusi eftir yvir alt grannalagið, tí at Hann sveiggjaði fingurin at teimum, og bað teir fylgja Honum eftir, ella vildu teir fara til Helviti? Minnist tú nøkur skriftstøð hasum líknandi? Er hatta, hvat Hann gjørdi, tá Hann fór og bað til Faðirin alla náttina? Segði Hann: ”Faðir, vís mær, hvat Eg skal siga,” og síðan reisti Hann seg upp og segði: ”Tit tólv, komið við mær, ella fara tit at enda í Helviti?” Nei. Teir ynsktu at verða hjá Honum, tí at teir sóu nakað viðvíkjandi Honum, sum barasta fingu teir at undrast. Teir sóu Hansara vísdóm, góðsku og tol. Teir sóu sterkan leiðaraskap og eina óvikandi natúr. Teir sóu ein, sum kundi møta teimum tingunum í lívinum, ið lemja og ræðslusláa ein, men hóast alt hetta, standa fastur sum í berginum og smíla frá bert einum lítlum hjørni í Hansara munni, við dirvi í Hansara eygum. Og teir ynsktu at vera líka sum Hann—teir ynsktu at verða hjá Honum. Teir fóru ongan veg nakrastaðnis, tí at tað var ikki nakra aðra staðni teir ynsktu at verða, uttan við Hansara lið. Hann nýttist ikki at hótta teir, og Hann hóttir heldur ikki okkum. Hann bjóðar okkum at koma at síggja Hann fyri tann Hann er og at síggja teir undranarverdu eginleikarnar og tí undranarverdu persónligheitina Hann hevur...so at vit vildu ynskt at verið hjá Honum, í hesum lívinum og í tí komandi.
Ein innbjóðan til eitt brúdleyp-TÍN!
Um tú hugsar um myndina í Skriftunum, um hvussu lívið, fyri og við Kristusi nær sítt hæddarpunkt—hvat er tað so? Tað er eitt trúlovilsi—og ein brúdleypskvøldmáltíð. Gud roynir at vekja okkara áhuga og sigur, ”Eg havi hetta álitið á Mær Sjálvum, sigur Harrin, at um tú vilt verða hjá mær og hyggja at hvør Eg veruliga eri, so vilja tað ikki verða nakrir aðrir biðlar, ið kunnu samanlíknast. Tað er einki annað í øllum universinum, ið kann vinna títt hjarta sum Eg kann—tí eg skapti teg fyri Meg. Onnur ting hava órógvað teg, men um tú bara vilt geva tær stundir og stíga upp at verða við Mína lið, so vilt tú síggja, hvat lívið var meint at vera. Eg ynski, at tú vilt gifta teg við Mær. Eg ynski, at tú kemur við Mær og gerst Mín. Eg ynski, at tú gevur upp títt lív av synd og uppreistri og kemur til Mín. Fell inn í Mínar armar og lat Meg taka Mær av tær. Lat Meg vaska teg og gera teg hvíta/n sum snjó. Eg doyði, so at tú kundi verða gjørd/ur rein/ur...tak upp kross tín og fylg Mær eftir. Legg tína hond í Mína og Eg vil taka teg til eitt stað, ið tú aldri hevur droymt um. Og vit vilja hava eitt brúdleyp—tað mest vakrasta brúdleypið, ið tú nakrantíð hevur sæð!”
Tað er hendan innbjóðanin, sum frá upphavi tíðarinnar, hevur fingið fólk at søkja Hann. Hatta er innbjóðanin til okkum við. Hattar er innbjóðanin til at ”biða.” Hattar er innbjóðanin til at verða ”lýðin.” Hetta er, hvat alt snýr seg um. Hetta er ikki nøkur útvortis trúarlæra. Hetta er ein dragan og ein langtan eftir, hvat er innaní okkum. Hetta er, at vit hyggja at øllum tí sum Hann er, og siga, ”Eg kann ikki liva uttan hattar! Eg ynski ikki at liva uttan hattar! Eg vildi aldrin droymt um at liva uttanfyri Hansara vilja fyri mítt lív og uttanfyri Hansara ætlanir. Eg ynski at fylgja Lambinum, hvar enn Hann so fer. Líkamikið hvat Hann so ynskir fyri mítt lív, so hevur Hann tað! Hann er Lívsins Breyð, og hvar eg finni alla mína føði og mín fulnað. Hann er handan myndin av leiðaraskapi, góðsku, fyrigeving og miskunn, sum eg ikki kann liva fyri uttan—sum eg aldrin ynski at liva fyri uttan. Eg ynski at síggja Hann sterkan. Eg ynski at síggja Hann harðan. Eg ynski at síggja Hann miskunnsaman. Eg ynski at síggja, hvussu Hann elskar og hevur umsorgan. Eg ynski at síggja Hann vísan, ið ikki finst orð fyri. Og eg ynski at verða hjá Honum! Eg ynski at hoyra hvørt orð, ið Hann hevur at siga, og eg ynski aldrin at verða meira, enn eitt fet vekk frá Honum, restina av mínum lívi. Eg kann ikki venda Honum bakið, vegna mín egna sjálvsøkna stoltleika ella mítt leti ella mínar særdu kenslur. Eg kann ikki venda Honum bakið. Tapið er bara ov stórt. Freistingin er har, men tapið er ov stórt.”
Síðsti møguleiki? Miss hann ikki!
Eg hopi, at tú hevur givið títt lív til Jesus og hevur vent um frá synd—tveitt allan illskap, vanæru, og sjálvsøkni vekk. Eg hopi, at tú livir fyri Hann og tekur tínar avgerðir fyri Hann og í Honum, og ikki forkelar hasar, at síggja til “lítlu” ringu óvanarnar og livir í holdsligum hugsanarháttum. Við øðrum orðum, eg vóni, at tú hevur yvirgivið títt lív inn í Hansara armar og tessvegna ert blivin vaskað/ur í Hansara Blóði. Tað er eingin grund fyri lágum livihætti. Gud hevur nakað nógv betri í hyggju fyri teg. Helviti er eitt veruligt stað, tað er ikki eitt fantasi. Gud spælir ikki spøl við Hansara skapning. Bíblian blandar ikki fantasi og veruleika saman. Gud kemur ikki við tómum hóttanum—ikki tí einastu einari. So torført, sum tað kann verða, so er hetta alt sannleikar, ið tú og eg mugu gera nakað við.
Á tí “stóra og øgiliga Degi,” fyri tey, sum hava liva fyri seg sjálvan, og liva eftir teirra egnu meiningum, vil hvør einstakur standa frammanfyri Trónuna, til at “svara fyri hvørjum gerningi, ið er gjørdur” Tað vilja ikki verða nakrir umskylningar; tað vilja ikki verða nakrir eyka møguleikar; tað vilja ikki verða nøkur undantøk frá Dóminum, ið ein er sekur í. Tey, sum nú ikki liva yvirgivin inn í Viljan hjá Guds Soni, Jesu Krist, og Hansara Boð...vilja verða skild sundur frá familjulimum av demonunum í Helviti, og víst burtur í allar ævir í pínslu og einsemi til tí óndu, andstyggiligu øðina av sátans brennandi Helviti. Hatta vil henda. Hetta er eitt sera veruligt ting. Eg bara skelvi yvir, hvat bíðar einum persóni, ið er uttanfyri Kristus og noktar at verða Honum lýðin. Tað vil verða eitt andstyggiligt, andstyggiligt ting, bæði fyri tær “kristnu” óumvendu fjøldirnar (Matt.7), eins væl sum fyri tey, ið aldrin hava sagt seg kent Hann.
Summi fólk hava lurta og lurta og lurta, men hava nokta at gjørt nakað sum helst við, hvat tey hava hoyrt. Tey hava sagt eina rúgvu av heilagum orðum, men teirra gerningar heldur teimum ikki uppi. Tey hava eina rúgvu av bløðum, men fullkomiliga onga frukt. Jesus bannaði fikutræið fyri hesa somu grund. Í Lukas 12:47-48 stendur, at tann harðasta revsingin, tað heitasta staðið í Helviti, er fyri tey, ið skilja viljan hjá Meistaranum og ikki gera hann. Tey gera seg ikki til reiðar at møta Jesusi. Fyri tey, ið hoyra orðini hjá Meistaranum, og antin nokta at gera eftir teimum ella ikki gera seg kláran til Hann, har bíðar tað heitasta staðið í Helviti teimum.
Eg vági at siga, at mong, mong fólk hava hoyrt og lurtað og skilt hesi tingini umaftur og umaftur. Ert tú ein av hasum fólkunum? Ert tú sikkur, at tú hevur ein annan morgindag eftir? Summi av tykkum hava kanska ikki. Summi av tykkum kanska hava grá hár vaksandi nú, og tíðin gerst alsamt meira sera, sera stutt. Eg ynski, at tú skilir veruleikan av hesum, á sama hátt, sum Jesus gjørdi tað ríkiliga klárt ferð eftir ferð. Um tú hevur prógvað tín mangul av umvending ella tína noktan av Hansara Ræði, við at tvørliga halda fast við ringar vanar, og gjørt tín egna vilja heldur enn Hansara, so er hatta synd, ið vil kosta tær tína sál. Við tínari tvørligu noktan at verða lýðin Hansara vilja, vil títt lív og tín sál verða kravd frá tær. Hald ikki, “Eg havi nøkur fá ár aftrat at fáa mítt lív í ordan.” Kanska Gud sigur við teg, “Tín dári, hesa nátt verður tú kravdur eftir sál tíni!” Tað er býtt at virka í framtíðini. Kalla á Hann, ímeðan Hann er nær.
Men minst til, at um tú kemur til Kristus, ið gevur frelsu, fulla og fríða...tá eru allar hasar syndirnar horvnar. Tað er, tessvegna, nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Jesusi Kristi, sum liva fyri Hann og ganga í Hansara kærleika, miskunnsemi, og umsorgan. Men tað er ein avgerð, ið tú tekur—eina ferð fyri allar. Vit hava eitt minni í lívinum eftir deyðan, og eg vóni, at títt minni, ikki er eitt minni fult av iðran frá einum brennandi Helviti. “Eg veruliga hevði ynskt, at eg hevði verðið Jesusi lýðin, og at eg hevði reagera til Hansara opnu armar.” Eg hopi, at hatta ikki vil verða tín iðran. Eg vóni, at hvar enn tú ert beint nú, at tú vilt fáa tingini uppá pláss við Jesusi og yvirgeva títt lív til Hann totalt og fullkomiliga—tí, at tað er eingin frelsa uttan hattar: tí hetta er definitiónin av Bíbilskari trúgv. Eg ynski, at tú skilir, hvat Gud ætlar, at tú skalt hava, og tað er IKKI staðið, ið er búgvið til djevulin og hansara einglar!
Helviti var ikki fyrireikað til tín. Vel okkurt annað fyri títt lív. Ókey? Kom Við og Finn útav, hvat Hann HEVUR fyrireikað til tín!
1 Jesus tosaði nógv meira um Helviti, enn Hann gjørdi um Himmalin. Jesus talaði meira um Helviti, enn faktiskt nakað annað evni, ímeðan Hann var her á fold. Hann ynskti at gera Helviti sera klárt fyri okkum. Eg haldi, at tú kanst síggja, hvussu tað vildi verið ein órættur at halda aftur ein slíkan framstandandi part av Jesusar læru. Um vit ikki geva tær handan sannleikan í umleið somu nøgd, sum Jesus gjørdi, so vildu vit veruliga ikki ”liva, soleiðis sum Jesus livdi.” ”Við tað at vit nú vita, hvat tað er at óttast Harran, royna vit at vinna menniskju,” vórðu orð Paulusar. Hann hevði so avgjørt eitt krystallklárt forstáilsi av, hvat tað var, hann fekst við. Ein trúarflokkur gjørdi eina meiningarkanning ímillum teirra limir og fann útav, at tveir triðingar trúðu ikki so mikið sum, at tað eksisteraði eitt ævigt stað av pínslu, ið kallast Helviti. At ein er religiøsur, meinast ikki neyðturviliga við, at tú skilir, hvat Gud hevur sagt, viðvíkjandi tí ævigu endastatiónini av Hansara skapningi, hvørt tað verður til paradís ella til líðing. Eg eri sikkur í, at við okkara intelligensi, so trúgva flest av okkum uppá eina ævintýrliga versjón av Helviti, men at verða før/ur fyri at hoyra og skilja við okkara hjartans oyrum, skríggini av rævuligari pínu av milliónum av fólkum, sum pínast beint nú, er forførari at fata. At veruliga trúgva, at tey líða í Helheimi, í pínslueldinum beint nú, er eitt lítið sindur forførari at seta seg í samband við. Men hatta er, hvat gongur fyri seg. Og tey, sum eru full av trúgv, full av Heilaga Andanum, vilja skilja og verða før fyri at veruliga hoyra hasi skríggini, og tað vil motivera tey at fortelja øðrum.