GUDS ÆTLAN…NÚ!
Hansara ætlan er “nú, ígjøgnum Ekklesia,” ígjøgnum eina organismu, ið er verulig, og ikki bara er ein samling av fólki, ið gongur til okkurt, men lív, ið eru samanflættaðið—ið “játta syndirnar hvør fyri øðrum,” “bera byrðar hvør hjá øðrum” og “elska hvønn annan.” Hatta er tað slagið av lívi, ið menn kunnu síggja. Hatta er tað slagið av lívi, Jesus tosaði um, tá ið Hann segði, at tað er við okkara ”kærleika hvør til annan“ at ”øll menniskju skulu sanna,” at hetta er frá Himli (Jóhhannes 13).
7/5/2006
Eg hugdi einaferð eftir einari dokumentarsending um Albert Einstein. Í innleiðinginum, har var tað ein orðing, ið var okkurt soljóðandi, ”Fyri hvørja langa, langa, langa tíð, so kemur tað ein maður, ið sær universið ígjøgnum øðrvísi eygur og broytir universið, ið hann livir í.” Vit ynskja at leggja hesa avbjóðingina frammanfyri teg. Ver tað slagið av persóni, ið Sær universið, ikki gjøgnum tað natúrliga eygað, men ígjøgnum tað Andaliga eygað. Ver eggjaður at vera eitt av hasum fólkunum, ið Hebrearabrævið 11 tosar um. Síggj Guds sjón av einum Guds bústaði í Andanum við altíð-vaksandi dýrd. Síggj eina mynd í tínum huga, líka sum tað sigur, at tey trúgvandi í Hebrearabrævinum 11 sóu. Tey sóu Staðin, sum Gud er byggimeistari og smiður at, og tí vórðu tey ikki nøgd við nakað annað. Tey vórðu ikki villig at venda aftur til tann gamla staðin. Tey sóu tað Himmalsku Ætlanina langt burtur, og sjálvt um tey ikki kundu grípa um tað við teirra egnu hondum, sjálvt um tey ikki enn kundu liva í hasum Staðinum, sum Gud hevði ásett til tey, so vórðu tey ikki villig til at venda aftur. ”Tí skammast Gud ikki við tey, at kallast Gud teirra og tey Hansara fólk.”
Henda sama avbjóðingin liggur framman fyri tær, og mær. Lít rundan um teg at verðini, sum tú ert í, at universinum tú ert í, og serstakliga ”kirkjuni,” sum tú ert í, og lat ídni fyri Faðirsins Húsi eta teg upp. Lat Hansara Ídni eta teg upp á ein slíkan hátt, at tú vildi verðið villig/ur at vága alt í tínum lívi, fyri at síggja hatta uppfylt í tínum umhvørvi. Tú vildi vága títt lív. Tú vildi vága tína familju (Sálmur 69:8-9). Tú vildi vága títt arbeiði. Tú vildi vága hvat sum helst fyri Guds skuld og Hansara ætlanir. Hetta má vera útgangsstøðið, ið vit koma frá. Bíbilskt tosað, so er hatta veruliga tað einasta slagið av kristindómi, ið finst. Hatta er ikki ein væl umtóktur tanki ella hugsjón, men Rómverjabrævið 4 sigur, at ”tey sum stíga í fótasporini av teirri trúgv, sum Ábraham hevði, eru synir Ábrahams.”
So, í hvørjari umstøðu ella kirkju tú so enn ert í, og hvar enn tú so ert (í hvørjum sum helst landi ella bústaði, sum tú kanska ert í og kallar títt heim beint nú), so nýtist tær at verða sera, sera varin, at tú ikki góðtekur nakað, ið Gud ikki góðtekur. Ikki góðtaka tað vegna leti, fávitsku av Guds Orði, ella vegna manglandi sjón ella synd í tínum egna persónliga lívi, ið hevur so blindað teg ella lamløstað teg, at tú kennir teg manglandi. Ikki loyva øðrum, sum eru foreint í Laodikeu at kroysta ella speireka teg til at gerast flógv/ur.
Kanska onkur hevur fingið teg til at trúgva, at tú bara ert ”leikfólk,” og at tú einki hevur at bera fram. Kanska tú heldur, at tín meining einki hevur at týða, tí at tað eru so nógvir vísir og lærdir menn har úti, so…”Hvat kundi tú vita?” Eg ynski bara at tileggja teg, hvør enn tú ert, at tú hevur nakað at bera fram. Um tú veruliga hevur ákallað navn Harrans og hevur biðið Hann um at taka teymarnar í tínum lívi, so hevur tú nakað at bera fram. Um tú hevur biðið Hann um at vaska tínar syndir burtur, so hevur tú nakað at bera fram. Hansara longsul er, at frá tí minsta til tann størsta, hvør einstakur skuldi kent Hann, liva í Hansara ráðgeving og í samfelagi við Hann, Guddómligheitini, dagliga.
Fyri hvørja langa, langa tíð, so kemur tað ein maður ella eitt fólk, ið eru villig at seta spurnartekin við universið, ið tey liva í og gera ein mun í verðini runt um tey. Hatta er, hvat Hebrearabrævið 11 snýr seg um. Hatta er, hvat Gud hevur kallað ein og hvønn av okkum at vera, um vit hava dirvi og viljan, og eru í samfelagi við Høvdið. At verða verandi í Honum, so at tað vil vera nógv eyðsæð frukt. Tú kanst vera ein persónur, ið ger ein mun í verðini, sum tú ert í.
Eg vóni at vit hava fingið greiðu á minst einari misskiljing, ið hevur gjøgnumsúrgað tað kristna samfelagið. Tað er, at, at gerast ein kristin er endin á søguni. Og síðan, at, ”at velja tær eina samkomu at ganga í hvønn sunnudag” er viðlíkahaldið, inntil Jesus kemur aftur, og tú fert til eitt stórmanshús, beint yvir fjallatoppin. Eg ynski bara fullkomiliga at rykkja henda tankan upp við rót, tí at hatta er ikki Guds tanki. Gud kallar hatta hugtakið falska religión og Laodikea, ið órógvar Hansara maga.
”Guds ætlan er, at margfaldi vísdómur Guds nú ígjøgnum kirkjuna skal verða kunngjørdur tignunum og valdunum á Himnagrundum….” Efesusbrævið 3:10
Hetta er Guds ætlan BEINT NÚ. Hansara vilji er at kunngera Hansara margfalda vísdóm ígjøgnum Kirkjuna. Ikki bara ígjøgnum einstaklingar, ið eru frelstir, og ikki ígjøgnum nakað veikt samfelag av fólkum, ið lurta eftir talum á einum serligum degi í vikuni í klædningi og slipsi…men ígjøgnum lívsins samanvevnað, ígjøgnum ein hóp av trúgvandi, ið eru ”samanfest og samanbundin við einum og hvørjum liði,” við fólkum, hvørs gávur eru so samanvovnar, at tey eru ”limir hvør hjá øðrum.” Tætt samansjóðaðið, ”eitt hjarta, ein sál, samhugaði, og eitt endamál.” Kempa fyri hasi sjónini í Ápostlasøguni av trúgvandi, ið ikki eru ráðarík viðvíkjandi ognarlutum, knýtt saman – “Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar,” og “dagliga ímillum almenningin og frá húsi til hús.” Ímynda tær Guds Fólk sum eina organismu – sameind, ið hevur ein samanvevnað av lívi saman, ið helheimsins portur ikki kunnu sigra á. “Vitjanargrunda” religión er í lagi fyri hinduistar og muslimar, men hetta er ikki tað, ið Jesus byrjaði og ásetti.
Hansara ætlan er “nú, ígjøgnum Ekklesia,” ígjøgnum eina organismu, ið er verulig, og ikki bara er ein samling av fólki, ið gongur til okkurt, men lív, ið eru samanflættaðið – ið “játta syndirnar hvør fyri øðrum,” “bera byrðar hvør hjá øðrum” og “elska hvønn annan.” Hatta er tað slagið av lívi, ið menn kunnu síggja. Hatta er tað slagið av lívi, Jesus tosaði um, tá ið Hann segði, at tað er við okkara ”kærleika hvør til annan“ at ”øll menniskju skulu sanna,” at hetta er frá Himli (Jóhhannes 13). Hann segði, at hatta vildi ”gera tignirnar og valdini til skammar.” Guds ætlan er nú, ”ígjøgnum Kirkjuna” at gera satan og allar tignirnar og valdini til skammar fyri alra manna eygum. Og Hansara ætlan, ífylgi Skriftunum, er ”NÚ” ígjøgnum kirkjuna, at fíggindar Hansara skulu verða lagdir sum skammul fyri føtur Hansara – ikki bara tá Hann kemur aftur aðru ferð, og tað Æviga endiliga Ríkið kemur, tað lidna arbeiðið Guds, men NÚ.
Og, sjálvandi, vit tosa ikki um utopi. Vit tosa ikki um samfelagsligt virkisfýsni, ikki um eitt eftir-túsundáraríkið slag at tingi. Ikki valdsteologi. Ikki vøddaframsýnan, men um ein kross… Vit tosa um Fólk, ið ger til kennar eitt Lív saman, á sama hátt, sum Jesus sýndi sítt lív, sum Kongurin yvir øllum kongum. Hann var føddur sum eitt óskilgitið barn í eini krubbu, reið á einum lántum asna, og hevði veruliga ongar ognarlutir, sum vóru Hansara egnu – onga makt, onga útbúgving, ongan politiskan pall, ikki ”fagur ella glæsiligur, so at tað kundi vera hugaligt hjá okkum á at líta.” Vit tosa um at vera ein fundamentalur menniskjaelskari, ið kann síggja inn í hjørtuni hjá menniskjum og føra tey til krossin. Vit tosa um at vísa monnum forargilsið av Hansara tilveru og Hansara lívi, og kalla teir til at blíva menniskjafiskimenn. At blíva partur av Hansara Húsi, Hansara ”bústaði.” At blíva livandi steinar. ”Sum áður ikki vóru eitt fólk, til at gerast eitt fólk.” Hatta er Guds hjarta.
Tak ímóti Jesusi frá Nazaret, við einum Ríki, ”ikki av hesum heimi,” ikki sum einum sigursharra á Róm ella á hvørjum sum helst landi, ið vit búgva í, ella á ”kirkju”-systeminum. Tak bara einkult ímóti Honum sum Træsmiðar-Konginum, ið elskaði, og fyrigav, og legði niður Hansara lív… og sum var villigur at koyra tempulborðini umkoll, og gera ein koyril, um tað var neyðugt, vegna kærleikan Hann hevði til Faðirin, og til Faðirs Síns Hús.
Jesus var villigur at seta spurnartekin við universið, ið Hann livdi í, og harvið Broyta tað, og Hann hevur kallað okkum at vera hatta sama slagið av persóni. Hetta er ikki vitanaryvirføring. Hetta er eitt kall til halgan og tilsíðissetan til Guds ætlanir, og eitt kall at lyfta upp Hansara sjón í okkara hjørtum og í okkara lívi. Far á tíni knø og bið. Hetta er eitt kall, ikki einans at broyta tað sjónliga universið, men eisini at broyta universið í tí ósjónligu verðini. ”Hansara ætlan er, at Guds vísdómur, Guds margfaldi vísdómur, nú ígjøgnum kirkjuna skal verða kunngjørdur tignunum og valdunum,” og øllum fólki…
So, lat tí brennandi glóðina reinsa tínar varrar og hjarta, lít til Gud, og rópa ”Her eri eg, send meg!”