JESUSAR LEIÐARASKAPUR

Í LÍVINUM

Tað er eitt dagligt Kvalitetslív, ið Hann kallað Sítt Fólk at liva út Saman, ið stendur í váða her, ikki, ”hvussu at hava møtir”!

7/5/2006

Tá alt hattar er sagt, so er tað alneyðugt at siga aftur, at EINKI av hesum veruliga ger nakran stórvegis mun, um tað ikki er nakar Kvalitetur av dagligum Lívi, sum lýst í 1 Kor.12-13, sum fortreytin fyri ”kapittul 14.” Í veruleikanum, uttan hatta dagliga Lívið, so er hetta eitt sindur ”vandamikið” Um vit bara tosa um ”møtir,” so vilja vit missa nakað sera avgerandi. Hetta Evnið er nógv meira umfatandi. Hetta snýr seg um Dynamikkin av Jesusar Lívi í Hansara Fólki! Og verðsligur, frákoblaður, sjálvsøkin liviháttur av religiøsum fólkum, er hví tann frammanundanfyrireikaða framførslan av einum heilagum manni bleiv ein týðilig ”trygdarskipan” ímóti undarligum, illoygdum, syndafullum menniskjum, ið nýta ”frælsi,” sum ein pall fyri teirra ambitiónir. Eitt dagligt Kvalitetslív, 1 Kor.12-13, er tikið fyri givið og er ein fortreyt fyri Frælsi í 1 Kor.14.

Vit mugu sameina hesar áðurnevndu ”myndirnar,” víðvíkjandi tíðunum, tá øll tey Heilagu eru samlaðið saman, sum ein Prestaskapur, heldur enn ein ”áskoðarafjøld,” við tað Ætlaða (Ef. 3:10) dagliga Lívið av Áps. 2:42-47, 1 Kor. 12; Hebr. 3:12-14, og ”HUNDRAÐ møður, brøður og systrar.” Jesus segði, at hetta er Planurin. Tað er eitt dagligt Kvalitetslív, ið Hann kallað Sítt Fólk at liva út Saman, ið stendur í váða her, ikki, ”hvussu at hava møtir”! Honum leingist eftir einum Arvi, ikki einum ”møti” ella ”vitanaryvirflytan” ella ”kensluligum sangi.” Hansara Hjartastundan er eftir einum Sameindum Manni, Luk. 9:23-27, 57-62 – sonnum Kristindómi, ”frá tí minsta til tann størsta” klødd við HANSARA Anda.

Tað snýr seg ikki um at vera eitt sindur meira avslappað/ur og fleksibul, tá ið vit hava okkara planløgdu ella óplanløgdu møtir, og so kalla hattar ”at verða leidd av Andanum.” Bara tí, at vit ikki vita frammanundan, hvat vit fara at gera, meinast ikki við, at tá vilja tingini verða ”leidd av Andanum.” Neyvan. Tað er EINKI líknandi hasum. Sjálvt um eftirlíkningarnar, ”eins og Jannes og Jambres,” so tykjast tær, sæddar frá einum jarðiskum sjónarhorni, at líknas teimum Veruligu tingunum.

Munurin ímillum, at bara betra uppá trúarflokkareligión, aftur ímóti at liva í veruleikanum av tí upprisna, livandi Jesusi…er undranarverdur. At tillaga ”møtir” og ”uppbygnaðin” á uppfinnsaman hátt, (í einum religiøsum bygningi, ella í einum ”sethúsi,”) er veruliga ikki so nógv umráðandi, samanborið við Møguleikan, ið Hann leggur fram fyri okkum í dag. Hann kallar okkum ikki til ein ”nýggjan og forbetraðan” uppbygna. Hann kallar okkum inn í dagligt forhold at eta saman frá Lívsins Træi, við Hinum Salvaða! Áh, JA, hetta vil broyta okkara ”møtir” – men hattar er Fruktin, ikki endamálið. Bara at skifta yvir til nýggjar og forbetraðar lærusetningar, teknikkir, møtidynamikkir, hvussu nær fólk liva saman, tann óbíbilska ”felagspungin,” ella nakrar sum helst nýggjar siðvenjir og skikkir er meiningsleyst, í veruleikanum. Tað, ið vit veruliga eru eftir, (um vit leingjast eftir tí, ið Hann leingist eftir!) er einum Bústaði, har JESUS kann búgva og ”verða í umferð” (Opb. 1-2), uttan at verða forðaður, sum Livandi, Ráðandi KONGUR. Einans hetta er ZOE LÍV, (sum Jesus kallaði tað). YVIRnatúrligt, Himmalskt Lív, av Óforgongiligari og Ævigari natúr, altumfatandi Veruleikin av eini ósjónligari Verð av Kraft og Sannleika og Kærleika og Lívi. Jesus kom at geva hetta ”Lív í yvirflóð,” ”Streymar av Livandi Vatni” Lívið til Hansara Fólk frá einari aðrari dimensjón, einum Universi, ið ikki kann síggjast við menniskja eygum og í jarðiskum ljósfrekvensi.

Lív í Kristusi Saman snýr seg ikki um ”hvussu man hevur møtir.” Tað ið Jesus førdi við sær til jarðar, við einglunum sum Sendiboð, kundi aldrin verið so yvirfladiskt og útvortis, sum alt hattar har. ”Møtir” – har fleiri fólk sleppa at ”luttaka” – er TAÐ, hvat Jesus doyði fyri? SO AVGJØRT IKKI! Jesus kom ikki til hesa jørðina fyri at geva okkum ein nýggjan máta, hvussu vit skulu hava møtir ella ”hava kirkju” ella onkra ”rørslu.” Hatta er so haltandi samanborið við ”Hansara Ætlanir, nú ígjøgnum Kirkjuna!” (Ef. 3:10). Hann ynskir opinberliga at gera til einkis, og stórliga niðurskerja, og eyðmýkja fíggindan – og umbroyta lív eftir lív eftir lív, inn í natúrina og Lívið og Vísdómin og Styrkina av Soninum. Hann ”førir mangar synir til dýrd” – ikki bara til Frelsu. Hann byggir Sína KIRKJU, ið helheimsins portur IKKI KUNNU sigra á. Við Náði Jesu Krists og uppá Hansara Mynduleika, so taka vit aftur okkara synir og okkara døtrar og familjur og nábúgvar frá forføringini og trælahaldinum av sátani. Lív broytast. Hann gav okkum eina fullkomiliga nýggja Verð at búgva í, við Hansara síðu – nýggja luft at anda, nýggj eygu at síggja við, nýggj oyru at hoyra við, og eitt nýtt hjarta at føla og elska við. Munurin ávirkar alt í lívinum, ”møtir” uppíroknað!

Dugir tú at síggja, at hetta tekur dirvi? Kanst tú síggja, at hetta tørvar trúgv og lýdni? Dugir tú at síggja, at hetta vil broyta títt lív, um tú byrjar at liva í hesum tingunum? Tú vilt ikki longur vera bundin til eina song! Vit eru eitt Kongaríki av Prestum hvønn dag. Og, møtir eru bara til yvurs, veruliga. 90% av okkara vøksturi kemur frá at liva saman, og kanska einans 10% kemur frá møtum. Hetta meinast við, at tær nýtist at koma út úr tínum húsi og inn í húsini hjá øðrum fólkum. Tú kemur við vatni, ella mati, ella klæðum til teirra hús. Tá tú sært, at tey eru ill við eitt barn, so kanska tað gerst tær neyðugt at taka tey avsíðis og tosa við tey og fara ein gongutúr við teimum. Tá ið tú sært stoltleika í teirra lívi, so leggur tú armin um tey og biður tey um, ikki at hava stoltleika. Tá ið tú sært sjálvsøkni í lívinum hjá einum bróðuri, so leggur tú armin rundan um hann og sigur, ”Góði ikki verða sjálvsøkin meira.” Vit lata ikki bara eyguni aftur inntil tað næsta møti. Vit liva mitt í lívinum hjá hvørjum hvønn dag sum prestar, ið gera Guds arbeiði, og sum ”hundrað møður, brøður og systrar.” Hetta, eisini, er eitt treytaleyst boð frá Gudi í Hebrearabrævinum 3, og mongum, mongum øðrum skriftstøðum.

Hebrearabrævið 3:12-14: ”Verðið tí varin, góðu vinir. Verðið fullvís í, at tykkara egna hjarta ikki er ónt og vantrúgvandi, so at tit venda tykkum vekk frá hinum livandi Gudi. Tit mugu ávara, eggja, áminna, verða lið um lið við hvønn annan hvønn dag, so leingi sum tað eitur ’í dag,’ so at eingin av tykkum verður svikin av syndini og herdur ímóti Gudi. Um vit eru trúgv líka til endan, og líta á Gud, líka so fast, sum tá vit fyrst trúðu, so vilja vit fáa okkara lut í øllum tí, sum hoyrir Kristusi til.”

Legg til merkis, hvat hetta skriftstaðið sigur – hetta er frá Gudi. Tann Altvaldandi Gud sigur við teg og meg, at vit hvønn dag mugu ávara hvønn annan og hjálpa hvørjum øðrum. Vit mugu verða lið um lið við hvønn annan hvønn dag. Heilagi Andin valdi at siga ”hvønn dag.” Hann segði ikki hvønn sunnudag. Hann segði ikki hvønn sunnudag og mikudag. Hann segði sjálvt ikki í møtum. Hann segði, ver engasjerað/ur á einum Sannleiksstøði í lívinum hjá hvørjum øðrum hvønn dag. Gud segði, at um onnur eru tøk ella kundu verið, og tú ikki engasjerar teg, vegna livihátt, ella stoltleika, ella sjálvsøkni, ella hvussu tú velur tína liviumstøðu, so vilt tú blíva harðari og ikki verða før/ur at føla, hvat ið Hann følir. Tú vilt verða lumpað/ur og villleidd/ur at hugsa, at tú veist, hvat ið er rætt, tá ið tú ikki veist. Hetta er akkurát tað, ið Skriftin sigur! Hann segði ikki bara, at vit skuldu gera hetta. Hann segði, at um tú ikki gert hetta, so vil tað gera tær stóran skaða. Um eg ikki havi brøðrir, ið tosa við meg hvønn dag um mítt lív – hvønn dag – so vil eg blíva harður. Eg vil blíva svikin og villførd/ur. Tú sigur kanska, ”Men eg lesi mína Bíbliu hvønn dag!” ”Men eg biði hvønn dag!” ”Mín kona er ein kristin, og eg síggi hana hvønn dag!” Hatta er ikki, hvat Gud segði. Tú kanst lesa tína Bíbliu og biða hvønn dag, men um tú ikki vilt verða engasjerað/ur í lívinum hjá hvørjum øðrum hvønn dag, so vil tú gerast meiri og meiri hørð/harður, og meiri og meiri svikin. Gud sigur hetta í Hebrearabrævinum 3:12-14. Trýrt tú Bíbliuni? Trýrt tú Gudi?

Hvør skrivaði Bíbliuna? Gud! Gud segði, at vit mugu verða engasjeraðið í lívinum hjá hvørjum øðrum hvønn dag. Um tú sært meg verða sjálvsøknan, so nýtist tær at koma til mín og siga, ”Bróðir, ikki verða sjálvsøkin. Tað ger Jesus keddan.” Um tú sært meg verða stoltan, góða/góði hjálp mær og minn meg á, at Gud stendur teimum stoltu ímóti. Eg ynski ikki, at Gud stendur mær ímóti! Tú mást hjálpa mær, tí at eg síggi tað ikki alla tíðuna. Eingin kann. ”Áminnið hvør annan hvønn dag, so eingin av tykkum verður herdur við sviki syndarinnar!” Hetta er ein umráðandi, (og næstan fullkomiliga ólýtt verðina runt) partur av okkara dagliga lívi saman. Hetta er ein týdningarmikil máti, har tú ert ein prestur, ið nýtir tínar gávur, og har tú ert eitt ”sendiboð í stað Kristusar, sum var tað Guð, ið áminti við tær.”

Um tú vilt praktisera hesar sannleikar, ið altíð hava verið í tykkara Bíblium, so vilt tú undrast á, hvussu nógv nærri Jesusi tú vilt vera um tvey ár. ”Áminnið hvør annan hvønn dag.” Ver engasjerað/ur við børnunum og hjúnaløgunum og arbeiðsplássunum hjá hvørjum øðrum ”hvønn dag.” Far har! Tú mást koma út úr tínari ”trygdarsonu” og fara har, har tú ikki vildi havt gjørt tað frammanundan! Ja, eg meini við TEG! :) Góða/góði, fyri Jesus! Tala Orðið, ”sum av Gudi,” inn í lívini hjá hvørjum øðrum, á ein praktiskan, elskandi, vísan hátt, hvønn dag. ”Tá ið tit koma saman, brøður, so hevur hvør einstakur tykkara eitt læruleiðbeiningarorð, ein sálm, eina opinbering.” ”Men fær ein annar, sum har situr, opinbering, skal hin fyrri tiga.” Sum tú gert eftir hesum, so vilt tú møguliga finna út av, at summi, ið tú helt vóru kristin, ikki elska Jesus so nógv, sum tú altíð helt, at tey gjørdu. Kanska tú eisini vilt finna út av, at summi, ið tú helt vóru sera veik, gerast sterkari og vísari, enn hvat tú nakrantíð kundi ímynda tær. Guds vegir avdúka falsarar og tað, ið er óekta, og gera tey veiku sera sterk. Dýrd veri Gudi!

Hesir ríkdómar eru litnir tær upp í hendur. Fyri Jesusa skyld, praktisera teir. Tú mást skilmarka, hvat ein kristin veruliga er, ífylgi tí, ið Jesus segði. Tú mást forstanda leiðaraskap, og hvat tað veruliga er meint at vera. Livið tykkara lív hvønn dag, saman, tilstuðlið hvønn annan, byggið hvønn annan upp. Hjálpið hvørjum øðrum at vaksa, og at elska Jesus meir ígjøgnum tykkara seinnapartar og kvøld. Komið og møtið saman rundan um Kong Jesus.

Bíblian er 100% sonn, allan vegin ígjøgnum. Hon snýr seg um Jesus og Hansara eftirfylgjarar. Hetta eru Frásøgur, um hvussu tey liðu, og hvussu tey lærdu av og í teirra upplivingum við Gud. Vit kunnu so avgjørt læra frá teirra frásøgnum, men vit kunnu eisini læra uppá tann sama mátan, sum tey gjørdu: við at koma til Gud saman í okkara dagligu lívum. Í hesum forstandi, so eru vit eisini ”livandi brøv.” Allur lestnaðurin í verðini kundi aldrin broytt okkum á tann mátan, sum saman-upplivilsið Lívsins kann broyta okkum. Djúp ting, ið vit ynskja at kenna, kemur aldrin allan vegin niður inn í okkara hjørtir, tá tey einans eru lisin frá pappíri. Sum vit útarbeiða ting saman hvønn dag, so lærir Jesus okkum tær djúpu lærir lívsins, ið vit aldrin kundu lært frá øllum bíbliutímunum í heiminum, tó at hesir sannleikar eru í Bíbliunum hjá øllum. ”Stólpi og grundvøllur sannleikans er ekklesian – kirkjan.” ”LÍVIĐ gerst Ljós menniskjunnar.”

Lívið var ikki meint at vera líka sum ein mállæruskúli, har vit læra grundreglir og síðani trúgva einum ávísum lista ella ”trúarjáttan” av tingum. Heldur, so hevur Gud kalla okkum at gerast teir somu menn og kvinnur, sum tey, ið fóru undan okkum – knýtt til tann sama Gud, ið tey vóru – í djúpum kærleika við tí sama Jesusi, soleiðis sum tey vóru. Fyri at gera hetta, so nýtist okkum ikki bara at vita, hvat tey vistu, men okkum tørvar at føla, hvat tey føldu. Fyri at føla, hvat tey føldu, so má Gud taka okkum á eina Ferð líknandi teirra. So taka vit hesa ferðina saman, viðvíkjandi virkisgeran av Guds Orðið inn í okkara lív. Vit taka hasa ferðina við tárum í eygunum, við okkara veiku síðum og okkara sterku síðum, elska hvønn annan, og hjálpa hvørjum øðrum – í ringum tíðum og góðum tíðum – við eygum okkara sett á okkara Vón, okkara Messias. Okkara ferð er altíð frameftir, lítandi á, at Gud vil vera okkara forsyrgjari, og hjálpa okkum sum vit halda okkum saman.

Um tú elskar Jesus og byggir á rættan hátt, so vilja helheimsins portur ikki longur sigra. Synd vil verða smildrað. Veikleiki og sjúka vil verða grødd. Syndir vilja verða fyrigivnar. Góðska vil leiða mong til umvending. Forhold vilja verða bygd og endurreist, á ein hátt, ið er út um tað, sum tú kundi ímynda tær í tínum undursamu dreymum. Tit vilja skína sum stjørnur í universinum, og framsýna Guds dygdargøðsku. Og Búðurin, Kirkjan, vil ”gera seg til reiðar” og vera klár, tá Brúðgómurin kemur aftur!! Amen?

jesuslifetogether.com
Føroyskt Languages icon
 Share icon