JESUSAR LEIÐARASKAPUR

Í MØTUM

Í einari Kirkju, har gingið verður út frá, at Jesus í núverandi løtu er aktivur, engasjeraður og Livandi, heldur enn eitt søguligt fornminni at verða virðismett, hildi í æru og lært um, har er Frælsi!

7/5/2006

Eitt annað, sum vit mugu hava dirvi til at broyta, er at hava møtir soleiðis sum Bíblian lýsir tað í 1 Korintbrævinum 14: ”Tá ið tit koma saman, brøður, og øll Kirkjan er saman, latið alt vera gjørt til uppbyggingar av Likaminum. Hvør einstakur tykkara hevur eina læru, ein sálm, eina opinbering.” Tá vit liva uppá handa mátan, tá fellur sjálvt tann vantrúgvandi fram á andlit sítt og rópar, ”Gud er tykkara millum!”

Tað er eingin bossur uttan Jesus! ”Kalla ongan mann leiðara, meistara, lærara, ella pastor. Tit eru allir brøður.” Tit hava øll Jesus, og Hann er javnlíkur í hvørjum einstøkum av okkum.Vist vil tað vera munur á búnaskapi, og summar gávur eru meira ”opinberar,” ímeðan aðrar gávur eru meira kvirrar ella minni opinlýstar í almennum tilburðum. Men, allar eru til taks og hava høvi. Til tíðir, so tørvar okkum Jesusar miskunnsemi, og til tíðir, so tørvar okkum læru Jesusar. Til tíðir tørvar okkum sangir Jesusar, og til tíðir, so tørvar okkum hjálp Jesusar til at loysa trupulleikar. Men líkastilla er hetta alt Jesus. Góða/góði les 1 Korintbrævið 14:26-40. Tað er eingin ið leiðir, uttan Jesus Sjálvur.

Vit samlast eftir at hava ”umhugsað, hvussu vit kunnu fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum” (Hebr. 10:24-26). Vit mugu hugsa um og biða viðvíkjandi, hvussu vit kunnu hjálpa hvørjum øðrum, tá ið vit koma saman, og hvør einstakur av okkum tekur ábyrgd at vera ein berari av Guds Orði og Kærleika Guds. Eingin ”serstakur persónur” er “automatiskt” væntaður at gera nakað sum helst – uttan at lurta og at reagera til Gud, líka sum øll onnur.

Um onkur ber fram eina læru frá Jesusi og onnur koma við einum læruleiðbeiningarorði ella sangi ella einari opinbering; um hesin bróðirin ella hendan systirin deilur okkurt, ið Jesus vísti teimum og opinbering kemur til ein annan persón, ”tá tagni hin fyrri” – um vit gera eftir Guds boðum, heldur enn eftir traditiónunum hjá monnum. Bíblian hevur altíð sagt, ”Men fær ein annar, sum har situr, opinbering, SKAL HIN FYRRI TIGA!” Hatta er, hvat 1 Korintbrævið 14 sigur. Hetta er ikki væl umtókt av teimum, sum ”elska at vera fyrst” og elska at hava leiðsluna og vera mett sum tey ”mest andaligu” og at taka pengarnar hjá teimum heilagu. Vit hava arvað eina tunga byrðu av traditiónum frá teimum rómversku katolikkunum og frá okkara ”protestantisku” og ”trúarflokkarinnar” heidnu forfedrum. ”Presturin” ella ”pastorurin” ella høvuðsmaðurin fyri halgisiðunum ella fyrisitarin eru har frammi, og tosa til tað ”minna” leikfólkið – øll tey fátæku fólkini, alla áskoðarafjøldina – ið bara sita og lurta. Hetta er, eftir øllum at døma, mannagongdin og ”læran,” sum Jesus segði, at Hann hataði – tann hjá ”Nikolaitanna,” (ið umsett merkir, tey sum ”vinna sigur á Hansara Fólki”). Men GUD hevur sagt, at alt hatta má broytast, fyri Hansara skyld og okkara.

Frá einum praktiskum sjónarmiði, ynski eg at leggja fram fyri teg, at um vit veruliga ynskja at virða gávurnar, ið eru í hvørjum einstøkum av okkum, og draga fram gávurnar, ið eru í øllum Guds Fólki, so nýtist okkum at broyta nógv ting. So tápuligt, sum tað ljóðar, so er kanska eitt av hesum tingunum, hvussu vit sita, tá ið vit eru samlaðið saman. Tá ið Jesus var her, hevði Hann ein ring av fólkum rundan um Hann. ”Tey, ið sótu runt íkring Hann – hesi eru móðir Mín, brøður Mínir og systrar Mínar” (Markus 3). Tey sótu í einum rundingi rundan um Hann! Er hatta ikki tað mest natúrliga tingið at gera, tá ið vit eru samlaðið at hoyra HANN, og ikki ein beran mann, við avmarkaðum gávum? Hetta ljóðar kanska sera einfalt fyri teg, og hetta ljóðar kanska sjálvt ikki sum um, at tað er so sera umráðandi, men eg kann vissa tær í, at tað er. Eg havi hoyrt, at orðini fyri ”prædikustól” og ”hold,” eru úttalaði uppá sama máta á fronskum.

Tá ið vit øll sita við andlitinum vendum ímóti forgrundini fremst fyri framman, so er tað bara ein maður, ið man varnast. Vit eru ikki javnlíkar ímillum javnlíkar meira. Eg havi minni at siga enn tann, ið hevur tikið trónuna framman fyri mær sum mín meistari, ella dirigentur ella hentleikamaður, ella ferðslupolitistur ella eksperturin av ”undirvísingartímanum” ella ”møtinum.” Tá vit seta stólarnar í rekkir, ístaðin fyri í ein runding sitandi rundan um Jesus, so er tað sum at seta ein mann í ljósmálan. Øll onnur eru bert áskoðarar og ein berur maður, er hvat ið dregur. Hetta er sera skeivt, tí at tað eru nógvar gávur okkara millum, og tær eru allar partar av Jesusi. Um vit seta øll hyggjandi frameftir ímóti forgrundini fremst fyri framman, so upplyfta vit einans eina einstaka gávu. Hvussu stoltur má ein maður ikki blíva, til at altíð loyva sær sjálvum ”høvussætið” ella ljósmálan.

menniskjagjørda húskirkjum

Í hesari fyrimyndini, ið er víst niðanfyri, ið er eyðkent fyri religiøs modellir í stovnum og ”húskirkjum,” har eru tað nakrir berir menn, ið alment ”sita við valdinum,” ígjøgnum hvørjar, alt má fara ígjøgnum. Hann alment byrjar, alment endar, alment lærir ella ”tillutar” læruna ella ”lovsangin.” Hann tekur avgerðirnar, svarar spurningunum, og stýrir ”rákinum.” Hetta er óbíbilskt (1 Kor. 14:26) og nógv minni enn Fruktbart. Súrdeiggj í deigginum, køvdar Gávur, og Jesusar mista yvirvald er næstan garanterað í hesum modellinum. Eisini, ein slíkur ”framferðarháttur” er aldrin funnin í Bíbliuni. Hetta átti at verið rættiliga sannførandi.

Tann næstan veraldarvíða (fyri allar ”heimsins” religiónir, ”mentanarligur kristindómur” íroknaður) prestastætt/leikfólka kastaskipanin og frammanundanplanlagda sínámillumsamspæls-”framsýningin” er ikki í Bíbliuni, ei heldur í Guds Hjarta og Huga. Jesus tosaði opinlýst klárliga og kraftiga, og nýtti sjálvt skemdarorð, ímóti eini skipan fyltari við traditiónum og leigusveinum og teimum, sum hevja seg upp yvir Guds Fólk. Sjálvt teir ”tólv ápostlar Lambsins” skuldu einans vera ”brøður ímillum brøður” ”mitt ímillum” tey Heilagu, ikki ”yvir” teimum, ífylgi Jesusi Sjálvum. Gud ynskir Sámuelsa leiðaraskap, mitt í Lívinum, uttan tittul ella positión, men einans kærleika og gávu, sum tørvur er á tí. Annars, so ”vraka vit Gud,” við at loyva og ynskja eitt Saul-slag av ”leiðaraskap”-modelli, ífylgi Guds kunngering til Sámuel, og til Hansara Fólk. Sjálvandi, hetta er alt eitt radikalt kall, samanborið við traditiónirnar hjá monnum, ið tey flestu hava verið heiladálkað av alt teirra lív. Men, inntil vit av nýggjum meta um, hvat virði er í okkara atferð ífylgi Skriftunum, so kunnu vit einans bert framhaldandi fáa sera flógv, súrdeiggjfylt úrslit, sum tann nútíðar mentanarreligiónin altíð fær.

Her er høvuðsinnihaldið av einum spurningi, sum vit mugu umhugsa av nýggjum: Eru okkara tíðir saman ”um” Jesus ella ”FRÁ” Jesusi? Lýdni og eyðmýking og frælsi fyri ØLL tey Heilagu ger allan munin! ”Frá Honum og ígjøgnum Hann og til Hansara eru ALLIR LUTIR!”

Tað menniskjagjørda modelli av ”vitjanar” og ”heilaga manns” kristindómi garanterar ómetaliga stórt tap. Jesus fær IKKI SÍN Veg í tær, ella ígjøgnum teg, ella til tín, sum HANN ynskir, tá ið menn stýra—við teirra ”skapanarevni” og maktleikum. Tað óttagrundaða, ella tann sjálvupplyftandi vegurin er fíggjarliga hentur og egoupphevjandi fyri prestakastuna. Ikki undur í, at tað er so nógv ágrýtni og navnkallan, tá ið hesi tingini eru presenteraði til nógv av teimum. ”Hann er Steinurin, ið vrakaður varð av tykkum, SUM BYGDU, men sum er vorðin Hornsteinurin.” Teir ”sum byggja,” eru teir við onkrum at missa. Ella í hvussu er, so HALDA tey, at tey hava okkurt at missa, av tí, at tey ikki til fulnar hava litið á Jesus ella Hansara Fólk.

Tó, so er tað fullkomiliga vist, at Jesus forbjóðar (Matt. 23, o.s.fr.) slíkar menniskjagjørdar pyramidubyggihættir og ALLAR teir religiøsu tittlarnar, ið eru so vanligir í dag. Hetta er vanæruligt og ein stórur missur, av tí, at Hansara Gávur fara fyri skeyti, og Hansara Rødd er ikki hoyrd. Og hetta er satt, sjálvt um ”talan” var ”góð” ella bíbilsk, ella ”tónleikurin” var ”Inspirerandi.” Vit vilja spara tær ”hagtølini” av tí ringu ”fruktini” í samband við nútímans kristindóm, hóast tær ”góðu talurnar” og ”inspirerandi tónleikin.” Tann vitjanargrundaða, prestastýrda religiónin er ikki frá Honum, sjálvt um tað er ”fyri” Hann. Tað ger allan munin, antin ”helheims portur valda” ella um SIGUR er vunnin á teimum við Hansara dagliga Lívi (1 Kor. 12, Áps. 2:42-47, Hebr. 3:12-14). Hann ynskir at vera HØVDIĐ á Hansara Kirkju, ikki bara evnið hjá teimum samlaðið í Hansara Navni.

Jesusar Kirkju Livandi

So, hvat um nú allar gávurnar ístaðin eru líkastillaðar? Kanska, at tað er onkur við hirðagávuni, ið situr í rundinginum. Kanska onkur við læraragávuni situr her og ein miskunnargáva situr har. Hjálpargávan møguliga situr her og ein við profetagávuni situr møguliga her. Allar gávurnar eru javnstillaðar, tí at tær eru allar Jesus!

Sum vit longu hava viðgjørt, so lýsir Paulus klárt í 1 Kor.14 eina tíð, tá ”øll kirkjan” er saman. Hann greiðir frá luttakanini hjá øllum teimum Heilagu, ið hava Jesus búgvandi innaní sær. Kristin, sum greitt er frá nakrar fáar løtir fyrr í hesum brævinum (Kap.12), ið dagliga liva saman undir Hansara Yvirvaldi, skulu halda áfram at liva sum Prestar, tá kirkjan er saman á einum staði. Øll hava høvi at reagera uppá og at gera tað, ið Jesus og Hansara núverandi Leiðsla sigur sum sannir Prestar hvørja ferð kirkjan er saman. Tað er eingin dominerandi ella frammanundanásettur høvus religiøsur maður ella kvinna, ið gevur eina frammanundanøvaða reinskrivaða talu ella sangframførslu. Hetta modelli av ”men fær ein annar, sum har situr, opinbering, skal hin fyrri TIGA!” er í samsvar við tað EINASTU Myndlýsingina í Nýggja Testamenti av Jesusar Leiðslu í einum Møti í Hansara ”Kongaríki av Prestum.” Allar Gávurnar, ið heltar eru út yvir Kristi Likam, Kirkjuna, kunnu FUNGERA til EINA OG HVØRJA tíð. ”Men fær ein annar, sum har situr, opinbering, skal hin fyrri TIGA!” so sigur Harrin. Tað er einki rúm fyri at valda yvir hvør og hvat møguliga kann henda, koreografera frammanundan viðvíkjandi røðulist ella tónleiki, ella undirhaldi, ella eftiransingsendamálum.

Í einari Kirkju, har gingið verður út frá, at Jesus í núverandi løtu er aktivur, engasjeraður og Livandi, heldur enn eitt søguligt fornminni at verða virðismett, hildi í æru og lært um, har er Frælsi! Øll ið hava Jesus livandi innaní teimum, og dagliga fungera samsvarandi hesum ímillum tey Trúgvandi, hava eina ábyrgd at bera fram teirra Gávur “til uppbyggingar av Likaminum.“ ALLUR Jesus er útheltur út yvir Hansara Likam, í ØLLUM Hansara Gávum – Og tørvur kann vera á eini og hvørjari Gávu til eina og hvørja tíð. Um ein ungur maður opnar seg viðvíkjandi torførum tingum á arbeiðsplássinum, ella ein systir viðgongur, at henni gongst stríggið við børnunum, so kunnu møguliga Gávurnar: Lærari, ella Tileggjan, ella Hirði, ella Hjálp allar rísa upp, sum ”einhvør annar, sum har situr, fær eina opinbering!” Hetta er tann einasta ”Myndin” av eini tíð, tá ”øll kirkjan er Saman” í Bíbliuni. Og í hesari ”myndini” er Jesus loyvdur at verða eitt LIVANDI Høvd á Hansara egnu kirkju, heldur enn ein menniskjagjørdur felagsskapur, stýrdur av berum monnum.

Hvør persónur, ið innan er búðsettur av tí Livandi Kristusi, má verða Fríður at gera tað, ið Jesus sigur og Fríður at verða nýttur av Honum í reaktión uppá, hvat hendur í núverandi løtu. Einans HATTA er ”Kristi Likam.” ”Møtir” mugu tí vera tað, ið flýtur yvir frá tí, sum longu hendur hvønn dag í dagligum ”húsi til hús” Saman-Lívi í Jesusi. Rúm má vera fyri, at JESUS stýrir og leiðir ígjøgnum Hansara FÓLK og Hansara Gávur TIL EINA OG HVØRJA TÍĐ, í heimum og sokallaðum ”møtum.” Menn vilja royna at eftirlíkna hetta, við at bara hava eina yvirflatiska ”tænastutíð” – hvat enn tað so er – men, sum framhaldandi sjálvir eru teir, ið ráða. Góðtak ikki nakrar uppáfunnar snildar triksplanir, tá JESUS ístaðin kann liva ígjøgnum allar Hansara Gávur og Fólk.

HANSARA hjarta viðvíkjandi ”einum Kongaríki av Prestum” – við Jesusi veruliga og praktiskt sum Høvd á Hansara Likami – er okkara evnið her. Og, sjálvandi, hendan umrøðan snýr seg ikki um nakra barnsliga og óbíbilska framførslu av einum ”amatørtíma,” har øll ”taka tørn” og eina ”samgongu av ókunnleika” og meiningar, ella ”øll skulu helst væntandi siga okkurt” og ”um tú tosaði í meira enn 5 minuttir ‘síðstu viku’, so kanst tú ikki tosa ‘hesa vikuna’, blah blah. Hansara Kirkja er vissuliga ikki eitt ”demokrati.” Hansara Kirkja má vera eitt ”Gudstýri,” har SALVING og GÁVUR og HANSARA NÚVERANDI TANKI ráða yvir okkara sínámillum samskiftum uppá undranarverdar og altíð-broytandi óplanlagdar mátar. Til tíðir (óplanlagt) kanska ein persónur í lýdni svarar Gudi aftur við at tosa í eitt langt tíðarbil. Men hann er ikki ”væntaður” at gera hetta hesa ferð ella nakrantíð.

Tó, hetta snýr seg ikki um ”kravdan spontanitet,” (tó at Jesus í Matt.10:20 virðismetti at líta á Faðir at útvega frá tí, ið yvir flýtur, heldur enn nakað sum helst frammanundanupphugsað OG mekaniskt, (legg til merkis orðið ”og!” :) ). Við ”mekaniskt,” meini eg við ”ikki-reagerandi til ein LIVANDI Gud.” Kortini, í samanhanginum av Hebr.10:25 – har er Hebr.10:24! ”UMHUGSA,” hvussu vit kunnu birta hvør undir annan, tá tey Heilagu fara at koma saman. Klárliga, í 1 Kor.14, hava ”øll” ein sang ella eitt læruleiðbeiningarorð til taks frá yvirflóðinum av teirra hjørtum og lívum. Øll eru fleksibul nokk til at ”rætta seg eftir” tí, sum hendur í NÚVERANDI løtu, tá tey Heilagu eru saman og ting Henda, bæði viðvíkjandi tí røttu tíðini, av ”nær” tað skal verða sagt, og viðvíkjandi innihaldinum, av ”hvat” nágreiniliga tørvar at verða Sagt. So, fyrireiking er eitt GOTT ting, ímeðan fleksibiliteturin av hvat ella nær ella hvør ella um nakað skal verða sagt, er framvegis kraft, um Jesus er Høvdið. Tá tey heilagu samlast, so nýtist teimum at verða FLEKSIBUL; ikki so nógv skyldubundin av ”spontaniteti.” Hvørt tað er týsdag ella fríggjadag ella hvør sum helst tíð, í einari stovu ella einum stadioni, hvørt handan tíðin var planløgd og tikin avgerð um 5 dagar frammanundan ella 20 minuttir áðrenn tað hendur, um LÍV okkara eru fyrireikaðið, so er tað veruleikin av, hvat Jesus ynskir at siga ella gera, ið ER okkara týdningarmesta fyrireiking fyri HVØRJA SUM HELST tíð, ið vit eru saman við øðrum Heilagum, hvørt tað er á einum tennisvølli ella fótbóltsvølli ella undir einari krikketroynd.:) Og, hetta er eisini satt fyri tíðir, tá øll tey Heilagu hava eina lítla ”ávaring,” at tey øll fara at koma saman. So! Hetta snýr seg ikki so nógv um ”spontanitet,” sum tað snýr seg um “YVIRFLÓĐIĐ” av tí, sum Gud ger í okkum, ístaðin fyri at ”fyrireika ein tekst” so at vit kunnu ”deila” hann. Nú í ”yvirflóðsstíli,” so kunnu vit avgjørt rusla niður nakrar viðmerkingar og skriftstøð, um tað hjálpir at ”proklamera tað klárliga, sum vit eiga,” (sum Paulus segði). Men, at ”fyrireika ein boðskap til at deila,” (serstakliga, um VIT ERU persónurin, ið er ”væntaður” at gera hetta, og soleiðis ræna ábyrgdina og møguleikan frá prestaskapinum), er grundleggjandi annarleiðis og er í motivunum øðrvísi, frá at ”fyrireika okkara lív” og ”deila út frá nøkrum VERULIGUM, ið Hann ger í okkum,” tá vit eru eggjaðið av VERULIGUM støðum, ið stinga seg upp, beint framman fyri okkum, tá vit eru saman í einari stovu ella í urtagarðsarbeiði ella keypa inn saman við Heilagum. Gevur hetta meining? Um tit samlast, av tí at ein ávísur persónur hevur okkurt serstakt, ið tey ynskja at tosa um við øll, so er tað ikki nakar trupulleiki, so leingi sum tað er fleksibult í sínum evni, og í tímingini, og í broyting av kós – í reaktión uppá, hvat Jesus í undran vildi tikið teg á bóli við í tí Løtuni. :)

Tað er fræsli í, og lýdni viðvíkjandi Hansara Vegum í 1 Kor.14. Men, hav í huganum, at Paulus eisini í hesum kapittulinum talar um møguligar misnýtingar, við tað at fólk ignorera teirra høvd, ella draga sær gagn úr teirra ”frælsi,” vegna ambitión ella kenslir ella manglandi vísdóm. Aftur, minst til, at alt samanhangið fyri 1 Kor.14 inniheldur ”kapittularnar” 10-13, har Guds Hjarta er, at Hansara Fólk liva sum ”eitt Breyð,” aktandi eftir Likaminum og DAGLIGA liva teirra lív samanknýtt, júst sum hondin er knýtt saman við fingrunum og hondliðinum. Í hesum samanhanginum av bíbilskum LÍVI í kirkjuni, tá kann 1 Kor.14 eisini verða aktað. ”Men fær ein annar, sum har situr, opinbering, skal hin fyrri TIGA.” Eingin ”leiksýning” og eingin ”heilagur maður,” ið stendur fyri framførsluni. ”Hann er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir!” Ótti, havisjúka, makt, og ambitión av nøkrum fáum, kann ikki verða loyvt at ræna Arvin hjá Hansara Fólki. Jesus er LIVANDI og TALAR ígjøgnum Hansara Gávur, ”soleiðis sum Hann vil,” tá vit trúliga eru Hansara Likam, heldur enn at framføra ein halgisið á einum heilagum degi.

Ja, tað eru nokk kanska ”umsjónarmenn,” ið tæna og hjálpa at javna út. Og, ja, tað vilja verða tíðir, til at alment ”proklamera” til vantrúgvandi, sum Paulus gjørdi í vissum førum, sum tað stendur skrivað í Ápostlasøguni. Tó, í mótsetningi til nú á døgum, sjálvt undir tíðum av ”proklamatión,” so var tað ”dialogur,” (tað griska orðið fyri tað, sum hendi í Troas) – ikki óavbrotin ”monologur.” Og hetta slagið av ”proklamatión”-støðu við vantrúgvandi í Efesus ella Aten átti ikki at verðið mistikið við tíðir, tá ”øll kirkjan er saman.” (Vissuliga, tó, so vilja vantrúgvandi ofta vera til staðar, tá Guds Familja er saman – 1 Kor.14.) Tíðirnar, tá alt tað staðbundna Kristi Likam er saman á einum staði og njóta hvønn annan, er týðiliga annarleiðis, enn tá ein ”gøtuprædikar” til ein samlaðan skara av vantrúgvandi. Sum eitt dømi, so nýtti Paulus ein heidnan “skúla,” við tí endamáli, at tosa til vantrúgvandi um Jesus (Áps.19:8-10) og spjaða Guds Orð til ”øll tey, sum búðu í Ásiu.” Hetta, sjálvandi, er annarleiðis, enn tá kirkjan, tey Afturkeyptu og Innaníbúsettu, møtast saman, sum í 1 Kor.12-14 ella Áps. 20, har Paulus ”samtalaði,” (sum tað griska orðið sigur) við hansara Familju, inntil tað tók at lýsa fyri degi, í einum formleysum umhvørvi.

Jesus ynskir at byggja Sína Kirkju, ið helheims portur ikki longur kunnu sigra ímóti! ”HETTA er HVUSSU øll menniskju skulu sanna at tit eru MÍNIR Lærusveinar” Hann ynskir OKKUM saman at ”gerast ein bústaður” fyri Hann – dagliga, í samanvovnari ”samanbinding og samanknýting,” og ”við eini sál berjast saman fyri trúnni á Gleðiboðskapin.” Og í hesum dagliga intimiteti av ”móður, bróður, systur” Kvalitetslívi, ið Jesus hevur skapt, TÁ KUNNU øll Hansara Fólk (frá yvirflóðinum av ”dagligum” fullkomiliga samanflættaðum lívum, Áps. 2:42-47; 1 Kor.12-13) verða nýtt av Anda Kristusar, til eina og hvørja tíð. Tað er einfalt veruliga. :) Á sama hátt, sum tá Hann var her hjá okkum í tí fysiska likaminum, so er tað Jesus, sum sleppur at ráða. Tá ið vit ikki køva Hansara Anda við menniskjagjørdum ætlanum og hierarkium og møti/gudstænastuskipanum og traditiónum og sjálvreklamerandi framsýningum, og sjálvstøðugum verðsligum lívum, so er Hann fríður at úttrykkja seg Sjálvan og Hansara Gávur, júst sum tá ið Hann var her í tí fysiska likaminum. Hansara núverandi Tanki og Salving, hvørt tað varir í eina løtu ella ”líka út móti lýsing” – hetta er okkara altráanarlongsul. ”Men fær ein annar, sum har situr, opinbering, skal hin fyrri tiga…!”

jesuslifetogether.com
Føroyskt Languages icon
 Share icon