JESUSAR LEIÐARASKAPUR
SÁMUEL AFTUR ÍMÓTI SAULI
”At vera ein leiðari” kemur út frá einum forholdi við Gud og Guds fólkum.
7/5/2006
Sjálvandi, so eru tað Gávur og leiðaraskapur av mongum ymiskum slagi í Kristi Likami (Ef. 4; Róm. 12; 1 Kor. 12; 1 Tim. 3; Tit. 1). Efesus 4 ikki einans tosar um búnaskapin og djúptina av forholdum, ið eru gjørlig í Kristi Likami, men nevnir eisini amboðini, ið eru neyðug, fyri at røkka hesum endamálum:
”Og tað er Hann, sum gav okkum summar til ápostlar, summar til profetar, summar til trúboðarar, summar til hirðar og lærarar, fyri at gera hini heilagu fullbúgvin, til at gera tænastuverk, til uppbyggingar av likami Krists, inntil vit øll vinna fram til einleikan í trúnni og í kunnleikanum um Son Guðs, til at vera fullvaksnir menn, til vakstrarmálið fyri fylling Krists, fyri at vit ikki longur skulu vera børn, sum kastast og rekast higar og hagar av hvørjum lærdóms vindi av falslótum manna, við svikum av ilskuráðum teirra, sum eru í villu; Nei, men at vit sannleikanum trúgv í kærleika, skulu í øllum lutum vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus. Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum liði, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg.” (Efesus 4:11-16).
Uttan hetta Begávaða leiðaraskapið (ápostlar, profetar, trúboðarar, hirðar og lærarar), so vilja vit áhaldandi ” kastast og rekast higar og hagar,” og vit vilja aldrin fullvegis uppliva sanna ”samanbinding og samanknýting.” Hatta er nú tó sera ólíkt tinginum, sum gongur fyri seg í tí vanligu kirkjuverðini. Ein ”almennur hetta ella hatta” er IKKI Guds Vegur. Og JA, hetta er TÝDNINGARMIKIĐ! Tittlar eru forbjóðaðir av Jesusi Sjálvum. Hetta, í sær sjálvum, er ein test av ”reinleikanum” av Guds slagi av leiðaraskapi, aftur ímóti slagnum av leiðaraskapinum hjá monnum.
Í londum runt all verðina, hava vit gjørt eitt sera stórt mistak viðvíkjandi leiðaraskapi í Kirkjuni. Nógvastaðni, so er tað persónurin, ið granskar Bíbliuna á prestaskúla ella á bíbliuskúlum, ella ein góður handilsmaður ella talari, ið sleppur at vera leiðarin ella ”pastorurin.” Vit hava sæð í India, og í øðrum londum, at oftani, so er tað persónurin við einari trakkisúkklu og sum eisini kann lesa, ið er kosin at vera leiðarin. Hetta er ikki Guds vegur! Guds leiðaraskapur er ikki grundaður á, hvør kann lesa, ella hvør veit mest, ella hvør kann røða best, ella hvør hevur tær bestu arbeiðsroyndirnar, ella hvør hevur ríkidømi ella útbúgving ella sjarmu ella góða útsjónd ella eina trakkisúkklu.
Lat meg greiða tær frá tveimum sera ólíkum slagi av leiðarum. Ein er ein leiðari frá hjartanum, frá einum núverandi forholdi við Gud. Ein annar er ein leiðari frá positión, sum kanska hevur eitt heiti og kanska er tann almenni ”yvirmaðurin,” tann valdandi bossurin. Jesus segði, at um ein er leiðari útfrá eini positión, at so skal ikki vera. Leiðararnir í Kirkjuni eru teir, sum liva nærmast saman við Gudi Í DAG. Um ein bróður ella systur ikki liva nær Gudi í dag, so má viðkomandi ikki verða roknaður nógv fyri ein leiðara. Um ein persónur í seinastu viku kanska ikki var so nær Gudi, men hevur vent um frá syndini í hansara lívi og nú er betur førur fyri at hoyra Gud, so er hann meiri ein leiðari hesa vikuna, enn hann var í seinastu viku. ”At vera ein leiðari” kemur út frá einum forholdi við Gud og Guds fólkum. Tað kemur ikki út frá einum embætisstarvi ella einum tittuli. Vit hava nógvar leiðarar í býinum, har sum eg búgvi, men vit hava ongar ”ovastar.” Ein, sum er leiðari hesa vikuna er kanska ikki ein leiðari í næstu viku. Jesus segði, at MÆR er givið alt vald í Himli og á jørð. Hetta er framvegis satt. So, so nógv, sum vit kunnu hoyra Jesus, ið hevur alt vald, so er hetta, hvussu nógv vald eitt menniskja hevur – einans so nógv, sum tað kann hoyra Jesus. Hatta er alt. Hann segði, at ”ALT vald í Himli og á jørð” hoyrir Jesusi til. Ein persónur, ið ikki kennur ella aktar Jesus, kann einans vera eitt ”figurhøvd.” Tað er kanska neyðugt at verða lýðin einum slíkum persóni, so langt sum samvitskan loyvir tær tað, um tey hava eina ”positión,” men tey eru einans ein ”leiðari,” einans so nógv, sum tey kenna, elska og akta Høvdið, Jesus.
Tað er veruliga eitt dømi í Bíbliuni, um hesar báðar sera annarleiðis slag av leiðarum. Sámuel og Saul vóru báðir leiðarar hjá Guds fólki, Ísrael. Sámuel var ein Guds maður, ið hevði ávirkan í tjóðini, av tí, at hann kendi Gud. Sámuel hevði nógvar av eginleikunum av einum kongi í Ísrael – men Sámuel var ikki ein kongur! Men harafturímóti, so var Saul kallaður ein kongur. Ísrael ynskti at hava ein kong – tey vildu hava, at ein einstakur maður skuldi vera bossur. Tey vildu hava onkran í Sámuels stað, og tey vildu hava ein ”kong,” á sama hátt, sum tjóðirnar rundanum tey. Á summar mátar, so líkist leiðaraskapið kanska, men Sámuel hevði onga ”valds-positión.” Sámuel fungeraði frá Hansara sambandi við Gud, og Saul fungeraði frá hansara positión/starvsplikt. Sámuel hevði einki embætisstarv, ongan skrivara, og var ei heldur løntur. Hann var ikki í einari ”starvspositión” sum kongur. Sámuel var bara ein Guds maður, ið var respekteraður líka so nógv, sum ein kongur, men hann hevði einki embætisstarv ella nakra positión. Hann var ikki ein kongur. Hann var ikki ein ”pastorur.” Hann elskaði bara Gud við øllum sínum hjarta. Og av tí, at hann kundi hoyra Gud, so hevði hann ávirkan. Hann hevði onga positión…hann hevði ávirkan. Um ein maður trúliga kennur Gud, so vil hann hjálpa Guds fólki. Um hann er kallaður av Gudi, so vil hann fáast við at hjálpa fólki. Eg sigi tað uppaftur: Ein sannur Guds maður hevur onga positión…hann hevur ávirkan. Job, kapittul 29, er ein lýsing av einum manni, ið var umhildin av Gudi og monnum og óttaður og hataður av sátani. Ein tílíkur maður nýtist ikki nakað embætisstarv, nakran tittul ella nakra arbeiðsløn. Um tú ert eins og Jesus, so vilt tú ikki hava brúk fyri nakrari ”makt.”
Hvat viðvíkur elstum og kirkjutænarum, so vilt tú varnast í tí Bíbilsku Skriftfestingini at: 1) Kvalifikatiónirnar eru sjálvan møttar á okkara døgum og tíð (sí 1 Tim. 3 og Tit. 1), og sjálvandi, aldrin skuldi ein maður verið roknaður fyri ein hirða/umsjónarmann/elsta, uttan at møta Bíbliuálagdar kvalifikatiónir. 2) Elstar vórðu ongantíð í Bíbliuni tilnevndir av eini samkomu ella við atkvøðu. 3) Elstar vórðu ongantíð tilnevndir í nakrari samkomu í byrjanarstøðunum av einum kirkju-Lívi saman, men einans eftir at menn høvdu prógvað, at teir longu fungeraðu sum hirðar og lærarar og sum ein faðir (1 Jóh. 2:13) ímillum Guds Familju. Paulus fór frá einum nýggjum bólki av Trúgvandi og lat tey vera uttan elstar, og kom so aftur og tilskilaði tey, sum longu vórðu hirðar, út frá kærleika, gávu og búnaskapi. Tað vóru eingir ”elstar” í Jerusalem í møguliga tíggju ár, eftir at kirkjan byrjaði har. Í Skriftini, so eru elstar/hirðar/umsjónarmenn og tænarar/kirkjutænarar ikki eitt ”kirkjustovnsligt starv,” sum tað ofta verður handfarið í dag.
Sum eitt dømi; um eg eri ein træsmiður, so smíði eg lutir burtur úr træi. Eg geri ein stól, eitt borð, ella eina hurð burtur úr træi, um eg eri ein træsmiður. Um eg eri ein múrari, so geri eg lutir burtur úr múrsteinum. Eitthvørt, ið eg havi gjørt burtur úr múrsteinum, ber prógv um, at eg eri ein múrari. Havi eg gjørt okkurt úr træi, so ber tað prógv um, at eg eri ein træsmiður. Sært tú, hetta orðið í Bíbliuni: ”pastor,” (ið veruliga er ein vánalig umseting), sipar til eina hirða-gávu, ið fungerar dagliga ímillum Guds fólk, lið um lið við aðrar gávur – ikki til ein boss ella eitt ”røðarahøvd” á einum møti. Hvat er prógvið uppá, at eg eri ein pastorur/hirði? Prógvið er, at eg elski Guds fólk! Eg hjálpi teimum dag og nátt. Mær tørvar ikki eitt embætisstarv fyri at gera hetta. Mær nýtist ikki ein tittul. Mær nýtist ikki at vera ein bossur. Eg elski bara fólk við gávuni, sum eg havi, og eg hjálpi teimum. Prógvið uppá, at eg eri ein træsmiður, er stólurin, ið eg havi gjørt. Prógvið uppá, at eg eri ein pastorur/hirði, er at eg føði Guds fólk hvønn dag, og at tey eru nærri Jesusi vegna meg. Um eg síggi, at eitt av Guds fólki er svangt, so knúsar tað mítt hjarta. Um eg síggi, at eitt av Guds fólki er í neyð ella í vanda, so vil hirðahjartaðið innaní mær renna eftir teimum til at verja tey. Hatta er prógvið uppá, at eg eri salvaður av Gudi til at vera ein pastorur. Mær nýtist ikki eitt navnaspjaldur. Mær tørvar ikki eitt loyvisbræv á einum veggi og eitt próvbræv frá einum bíbliuskúla. Mær tørvar eitt hjarta, ið vil elska og, ið ynskir gera Guds arbeiði, og vegna hetta, so vil eg eisini bera yvirnatúrligan ávøkst á hvørjum øki, sum Hann møguliga hevur givið mær gávur í.
So, tú ert ein træsmiður? So smíða stólar. Hevur tú hirðagávuna? So elska fólk – føð tey, verj tey, og hjálp teimum. Hetta er satt fyri eina og hvørja gávu! Prógvið av eini og hvørjari gávu, liggur í fruktini, ið hon ber.
Tað mótsatta at øllum hesum er sjálvandi eisini satt. Er tað ikki ein undranarverd sannroynd, at heidningarnir í náttúruvísindini, læknafrøðini og ídnaðinum veruliga krevja, at tey við meiningum, atfinningum og sjálvkunngjørdum ”serkunnleika,” hava okkurt at vísa á, onkra frukt í teirra egna lívi at sýna fram, at tey hava ein rætt til at hava fyrilestur sum frá pávastóli, átala og fordøma onnur. Tað er at undrast á, at í tí religiøsu verðini, har er tað nógv minni rættleiki enn sjálvt, hvat ið heidningarnir sýna. Men í religiónini, har eru fólk ofta nógv meiri blind og hava tikið eina støðu frammanundan. Atfinningar, serkønar útsagnir, fordømingar, og sjálvt oyðileggjan av forholdum og baktalan, floymir lættliga frá teimum við øtiligari frukt í teirra lívi, familjum, og samkomum. Fullkomiliga undranarvert, men satt, um tú ansin og ærliga eygleiðir religiónina hjá monnum. Ein persónur, ið ger slík ting, sum at lúgva ella baktala, ella sum upptraðkar sum ein serfrøðingur í verkfrøði, ella læknafrøði, ella í handilsskapi, kann í veruleikanum verða settur í fongsul. Men, í religiónini, har kunnu tey lættliga samla eina áskoðarafjøld ímillum tey óttafullu ella góðtrúgnu, ella tey, ið kunnu verða tvingaði, pressaði, ella smikraði í undirgevan til tí ófruktbaru maskinuna og ”ekspertarnar.” Óhugnaligt, men satt. Hetta hendur alla tíðina, tí, at hetta er, hvussu ófullkomin ríkir varðveita teirra fólkamongd. Ótti og smikran, slatur, illgiting, baktalan, ella kensluborin tvingslan. Ikki undur í, at tað ikki gekst Jesusi so væl í tí vanligu viðurkendu religiøsu verðini á Hansara døgum. Men, vit kunnu læra frá Honum og heilhugaðið taka ímóti Skriftini, og leita eftir Fruktini, ikki gramli við loyndum sjálvætlanum og duldum beinagrindum, fíggjarætlanum, og egið, ið ein roynir at verja.
Ná men, tú fangar so hugmyndina. :)