JESUSAR LEIÐARASKAPUR
Í ØLLUM HANSARA FÓLKI
Tað mugu ikki verða nakrir valdhavandi bossar, ið ráða yvir avgerðunum, pengunum og fólkinum—uttan Jesus, í og ígjøgnum Hansara Fólk saman, við Hansara Anda. Øll Hansara trúliga umvendu og Innaníbúsettu, ið liva í tilsíðissettum dagligum Lívi við hvørjum øðrum, og týðiliga eisini við Honum (Hebr. 3:12-14)—eru ØLL Prestar!
7/5/2006
Falskur kristindómur hevur í nógv ár koyrt fólk niður. Hann hevur tikið nøkur fá fólk og skumpað tey upp og gjørt nøkur til ”leiðarar;” rík, navngitin og valdsmikil, ímeðan hann hevur skumpað flest fólk niður. Í Amerika, India, Póllandi, Rumenia, Brasil, og allastaðni runt verðina, har eru tað ”hetju” kristin og ”lág” kristin. Hetta er ógvuliga skeivt. Jesus segði við teir tólv ápostlarnar í Matteus 23, at ”ikki skuldi nakrar maður kallast vegleiðari, og kalla ongan mann faðir, kalla ongan mann leiðara, kalla ongan mann meistara, kalla ongan mann ‘rabbi,’ kalla ongan mann ‘pastor,’ kalla ongan mann ‘æruverdan’ (t.d. háttvirdi/harra prestur) – tí at tit eru allir brøður, og ein er Faðir tykkara!” Tað eru ongar ”hetjur” í Sonnum Kristindómi, uttan Jesus. Tað mugu ikki verða nakrir valdhavandi bossar, ið ráða yvir avgerðunum, pengunum og fólkinum – uttan Jesus, í og ígjøgnum Hansara Fólk saman, við Hansara Anda.
Bíblian sigur í Efesus 4, at tá Jesus fór til Himmals og sendi Sín Anda, tá tók Hann partar av Sær Sjálvum og spreiddi teir út yvir Kristi Likam, Kirkjuna. Jesus tók allar gávurnar, ið Hann hevði, (og Jesus hevði nógvar andaligar gávur, hevði Hann ikki?), og gav tær til Hansara fólk sum eina heild. Hann tók ikki allar gávurnar, ið Hann hevði, og handaði tær í varðveitslu til ”pastorin” ella til ein ”Gudsmann.” Skriftin sigur, at Hann tók allar Sínar gávur og gav tær til alt Hansara likam. Bíblian sigur, at Andin er givin og handaður sum ein Gáva, soleiðis sum Andin vil, út yvir alla Kirkjuna. Um tú veruliga ert ein Kristin, um tú veruliga hevur uppgivið og avsagt tær rættin til sjálvt alt títt lív fyri Jesus, tá gevur Heilagi Andin tær eina sera serstaka gávu.
Og tín gáva er ein partur av Jesusi. Tað eru nógvar ymiskar gávur nevndar í Bíbliuni. Til dømis, so gevur Heilagi Andin miskunn sum eina gávu. Miskunnargávan er ein partur av Jesusi, ið Hann gevur til summi fólk. Tað er ein yvirnatúrlig gáva. Vit eiga øll at hava miskunn, eiga vit ikki? Men tað er ein yvirnatúrlig miskunn, ið er ein gáva frá Heilaga Andanum. Og síðan alt vald hoyrir Jesusi til, og hvør gáva, ið hvør einstakur av okkum hevur, er ein partur av Jesusi, so undirgeva vit okkum gávunum, sum eru í hvørjum einstøkum av okkum, tí at tað er Jesus, sum gav tær.
Á henda hátt, er leiðaraskapur í øllum Guds fólki. Bíblian kallar okkum eitt kongaríki av prestum. Bíblian sigur ikki eitt kongaríki við prestum, men eitt kongaríki av prestum. Tað er ikki bara ein serligur bólkur, eins og Levitaprestarnir í Gamla Testamenti. Í Nýggja Sáttmálanum, eru øll Guds fólk ætlaði at verða prestar til hvønn annan. Gud ætlan er ikki ein serstakur heilagur maður, ið kann halda prædikur. Bíblian sigur, at Jesus fór upp á hæddina og gav gávur Sínar til øll Hansara fólk. Hann gjørdi eitt kongaríki av prestum. Hann legði ein part av Sær Sjálvum í hvønn einstakan av Hansara fólki, ið trúliga hava vent um, ung sum gomul. Tí er tað, at vit hava brúk fyri gávunum hjá hvørjum øðrum. Okkum tørvar allar gávur Jesusar! Tað eru hundraðtals av gávum, tí at ALLUR Jesus varð heltur út yvir Hansara Familju. Hetta er grundin, at Jesus segði, at vit øll eiga at verða brøður ímillum brøður. Okkum tørvar ikki ein einstakan mann og eina einstaka gávu, til at standa frammanfyri okkum meira. Vit mugu ikki loyva hatta meira. Øll Hansara trúliga umvendu og Innaníbúsettu, ið liva í tilsíðissettum dagligum Lívi við hvørjum øðrum, og týðiliga eisini við Honum (Hebr. 3:12-14) – eru ØLL Prestar!
Tað er ikki nakar serligur myndugleiki, sum er í eittans einum ”Gudsmanni,” og øll onnur sita bara og hyggja. Vegna mátan menn hava bygt kirkjuna yvir tey seinastu 1800+ árini, hava vit uppført okkum sum um, at tað bara er ein gáva – ”pastora”-gávan. (Ella, kann vera, at øll onnur eru loyvd at hava ”pengagevanargávuna”!) Men pastorur/hirði er einans ein einstøk gáva! Um vit byggja skeivt, so tapa vit øll. Um ein einstakur maður er skumpaður fram í forgrundina at vera ”pastorurin,” og øll hini bara sita og lurta alla tíðina, tá kann eingin fáa lut í tínari gávu. Alt, ið tey fáa, er einans gávurnar hjá ”pastorinum.” Hatta er ov lítið og skroypiligt! Um vit ynskja at síggja Guds stórleika, og um vit ynskja at síggja øll okkara lív broytt, og lívi hjá børnum okkara broytt, so nýtist okkum ALLAN Jesus. Gávurnar, ið hvør einstakur av systrunum og brøðrunum hava, er ein partur av Jesusi. Sjálvt børnini hava gávur, ið eru ein partur av Jesusi. Vit tørva allar hasar gávurnar í okkara lívi. Vit eru øll brøður. Guds hjarta er, at gávan, ið tú hevur, vildi verðið givin til mín, og gávan, ið eg havi, vildi verðið givin til tín. Vit mugu ikki vera nøgd við, at einans hava ein part av Jesusi. Amen?
Sært tú, hví vit søgdu, at tú mást hava dirvi? Ting mugu broytast! Tú kanst ikki halda áfram at gera, hvat tú hevur gjørt. Tú ert tann, ið mást velja at brúka tínar gávur meira, og bjóða øðrum vælkomnum at gera so við. Tú ert tann, ið mást velja at verða lýðin og at hava dirvi. Um tú heldur áfram at sita í tínum stóli ella á gólvinum alla tíðina, og ikki brúkar tínar gávur meira enn tú hevur gjørt, so vilja tínar gávur halda áfram at svinna burtur. ”Annars krevst av húshaldarum, og teimum, sum ein gáva er litin til, at ein og hvør má roynast trúgvur.”
Minnist tú, hvat hendi manninum, ið fjaldi talent sína í jørðini? Jesus segði: ”Tú óndi og lati húskallur.” Hatta er, hvat Jesus sigur við okkum, tá ið vit ikki gera tað, ið vit eiga at gera. Um eg ikki brúki mína gávu, ella um tú ikki brúkar tína gávu, so eru vit ”ónd og lat.”
Hvat um tú nú vart ein olympiskur rennari, og lá í eini song, og onkur tók eitt reip og bant tað rundan um teg? Sjálvt um tú kanska ert ein meistarafrælsítróttamaður; um tú lást har bundin til seingina, so vildu tínir vøddar svunni burtur, og tú vildi at enda doyð. Allir tínir møguleikar vildu farið fyri skeyti, av tí at tú ert blivin bundin til eina song í fleiri mánar ella ár. Sært tú, hvussu traditiónirnar hjá monnum stjala og ræna Guds Orð? Mátin, ið vit hava bygt uppá í yvir 1800 ár í Guds Húsi, hevur bundið flest av Guds fólkum til seingina! Tey hava ikki verið før fyri at reist seg og runnið og uppfylt sína lagnu, av tí at menniskir hava bygt skeivt, og ikki fylgt Guds Orði. Um vit byggja ella forma kirkjuna á ein hátt, ið upphevjar ein mann ella ”tey í stýrinum,” og køva gávurnar hjá øðrum, so eru vit brotsmenn í tí Himmalska Rættarsalinum, vegna skaðan og tapið, ið nógv vilja líða, vegna ”súrdeiggj í deigginum” og ónýttar Gávur!
Tað er ikki vanliga, tí at fólk eru ”ring,” at vit hava bygt skeivt. Meginparturin stendst av, at vit vistu bara ikki, hvussu vit áttu at byggja Guds Hús eftir Guds Desaini. Í 1800 ár, hevur tann kristna verðin ørkymlað spurningarnir um, hvør er ein kristin… hvør er ein leiðari… hvussu hildið verður, at dagligt lív eigur at síggja út… og hvussu gingið verður út frá, hvussu møtir eiga at síggja út. Okkara Faðir ynskir nú at endurreisa og fáa hesi tingini í rætt lag aftur í tínum lívi. Á sama hátt, sum Guds Orð varð misrøkt á kongs Jósia døgum, og Sannleiki var funnin jarðaður í leivdunum av menniskjaríkjum og traditiónum, so eisini í dag, kunnu Guds Sannleikar – so leingi ignoreraðir, (men hava tó altíð verið í Bíbliuni) – seta menn fríðar. Gud vil broyta títt lív á ein undurfullan máta og broyta øll rundan um teg, sum ein fylgja av hesum. Hesir eru sera mektigir og dýrabarir sannleikar. Antin tað eru fá ella mong í tínum býi ella bygd, ”einki forðar Harranum at geva sigur, hvussu nógvir ella fáir ið so eru!,” sum Jónatan, Davidsa tætti vinur einaferð segði. ”Annars verður her kravt av húshaldarum, at ein og hvør má roynast trúgvur.” Vit mugu hava dirvi at gera okkurt við Sannleika, ið vit áður hava ignorerað ella verið ólýðin ímóti. Og Hann vil Sjálvur verða Hirði tín, Borg tín, og Varðmaður tín fyri aftan, sum tú hugdjarvur/hugdjørv livir fyri Hann.