AT BYGGJA TIL AT GERAST STERK

DIRVI TIL AT BROYTA

Gud hevur desaina Sítt Hús til at verða bygt soleiðis, at synd kann verða afturkeypt og forkomin. Guds máti at ”hava kirkju uppá,” ger tað møguligt, at forhold kunnu verða grødd, og at synd og veikleiki kann beinast av vegnum. Hetta er Guds hjarta fyri Sítt fólk runt verðina. Vit ynskja at greiða tær frá, hvussu góð fólk kunnu røkka teirra menningarmøguleika nú.

7/5/2006

Eftir at hava verið kristin í tíggju ár, eru flest fólk í prestastýrdari, vitjanargrundaði religión ikki sera nógv sterkari, enn tey vóru eftir teirra fyrsta ár. Hetta er ikki gott. Um okkara eitt ára gomlu børn vuksu til at vera tíggju, men framvegis ikki vóru nakað sterkari ella vísari, enn tá tey vóru eitt ára gomul, so vildi tað verið sera syrgiligt. Um tú hevði eitt tíggju ára gamalt barn í tínari familju, ið framvegis var líka veikt sum eitt 1 ára gamalt, og framvegis ikki kundi ganga ella tosa nógv betur enn eitt 1 ára gamalt – sum ein faðir og móður, so vildi tað volt tær nógva sorg, vildi tað ikki?

Hvussu heldur tú, at Faðir okkara í Himli følur, tá øll Hansara Fólk áttu at verið sterk og vís og ”full av Heilaga Andanum og full av vísdómi,” og ”eftir tíðini áttu at verið lærarar nú,” og ”ikki longur at vera børn,” og at gera Guds arbeiði… men tó, so eru mong av okkum framvegis ikki sterkari enn 1 ára gomul? Hetta er satt runt verðina, og tað knúsar Guds hjarta. Vit kunnu ikki syngja nokk sangir ella ”prædika” nokk talir til at broyta hatta, tí vit hava ikki bygt uppá Guds máta í Guds Húsi.

Gud hevur desaina Sítt Hús til at verða bygt soleiðis, at synd kann verða afturkeypt og forkomin. Guds máti at ”hava kirkju uppá,” ger tað møguligt, at forhold kunnu verða grødd, og at synd og veikleiki kann beinast av vegnum. Hetta er Guds hjarta fyri Sítt fólk runt verðina. Vit ynskja at greiða tær frá, hvussu góð fólk kunnu røkka teirra menningarmøguleika nú. Vit kunnu geva møguleika fyri, at gávurnar í Kristi Likami kunnu verða bygdar saman til ein Guds bústað, fyltan við Guds dýrd. Gud hevur ein máta, sum Hann ynskir, at vit verða bygd uppá, so at vit kunnu síggja kraft syndarinnar blíva brotna í tí veruliga lívinum, og ikki longur verða trælir av øllum okkara veikleikum. Guds ætlan er at byggja forhold, ikki at hava trupulleikar alla tíðina. Gud hevur ein undurfullan máta at byggja Sítt Hús uppá við yndisligum fólkum. Higartil, so hevur religiónin í heiminum vanliga bygt Guds Hús skeivt, við monnum sum bossum og heilagum monnum, og ”at ganga til” møtir, sum teirra definitión av ”kirkjuni.” Vit hava ikki vita, hvussu byggjast skal, men nú mugu vit læra, hvussu vit eiga at byggja. Gud segði, at vit mugu verða ”sera varin, hvussu vit byggja.” Tað eru serstakir sannleikar, ið altíð hava verið í tínari Bíbliu, sum vilja broyta títt lív, og broyta mátan, hvussu Kirkjan ber seg fram, fyri at meiri stórliga upphevja Kong okkara, Jesus, og síggja Hansara Dreym uppfyltan!

Gud ynskir at byggja Sítt Hús, so at vit øll kunnu verða sterk saman. Hann ynskir at byggja Sítt Hús, so at helheims portur ikki kunnu sigra meira. Hann ynskir at byggja Sítt Hús, so at forhold kunnu verða grødd. Hann ynskir at byggja Sítt Hús, so at Hann kann verða fríður at grøða okkara likam, okkara sinnið, og okkara sálir. Hann ynskir at byggja Sítt Hús, so at vit kunnu verða sterk og vís, og so at Gleðiboðskapurin um Jesus kann fara út, sterkari enn nakrantíð áður.

Hevur tú dirvi at hoyra hesi tingini? Sum tú hoyrir hesi tingini, vilt tú so gera, sum Guds Orð sigur? Vilt tú broyta títt lív, líkamikið, hvat tað vil kosta tær? Um tú hevur dirvi at verða lýðin og at vága, so les endiliga víðari.

jesuslifetogether.com
Føroyskt Languages icon
 Share icon