AT BYGGJA EFTIR HANSARA MÁTA OG DESAINI
DAGLIGT LÍV SAMAN
Fyri at verða eitt gott Hús hjá Jesusi at búgva í, so má Guds Hús verða bygt saman eftir Hansara hátti og desaini. Hansara Hús er bygt við fólkum, Hansara livandi steinum, og Hann hevur ein máta, sum vit mugu byggja okkara lív saman uppá. Skriftin kallar Jesus Arkitektmeistaran. Vit áttu í øllum fyriliti og ansni, inniliga at lagt í Hansara Sniðmynstur, Hansara Grundtekning.
7/5/2006
Nú tá vit hava skilmarkað, hvat gott byggitilfar til Guds Hús er…hugsa so um hetta: Sig, at vit taka allar teir góðu steinarnar, allan tann góða viðin, og alt tað góða hóskandi byggitilfarið, ið Jesus velur til Sítt Hús og hirða alt hatta góða tilfarið í eina rúgvu. Gita hvat? Vit hava tó enn ikki eitt hús. Guds Hús krevur meira, enn sjálvt bara gott byggitilfar (sonn kristin). Bara tí, at tú hevur alt tilfarið til eini hús ripa í eina rúgvu, so merkir tað ikki, at tú hevur eitt hús at sova í. Rúgvan vil ikki verja teg frá storminum, líka mikið hvussu gott tilfarið so er.
Fyri at verða eitt gott Hús hjá Jesusi at búgva í, so má Guds Hús verða bygt saman eftir Hansara hátti og desaini. Hansara Hús er bygt við fólkum, Hansara livandi steinum, og Hann hevur ein máta, sum vit mugu byggja okkara lív saman uppá. Skriftin kallar Jesus Arkitektmeistaran. Vit áttu í øllum fyriliti og ansni, inniliga at lagt í Hansara Sniðmynstur, Hansara Grundtekning.
Gud hevur nógv yndislig fólk yvir alla jørðina. Tað, sum er hent sera ofta hesi seinastu 2000 árini, er, at hesi fólkini hava ynskt at broytt sítt lív og toknast Honum, men tey hava verið vónsvikin. Tey hava ikki verið før fyri at finna teirra fulla menningarmøguleika og veruliga tænt Honum væl. Alt teirra hjarta liggur í hesum, men tað miseydnast hjá teimum ferð eftir ferð. Grundin til, at tað svíkir hjá teimum, er, at vit oftani hava bygt uppá tann skeiva mátan. Vit hava ikki bygt eftir fyrimyndini, desaininum, ið Gud hevur givið okkum. Tá onkur roynir at gera okkurt, men roynir at gera tað fullkomiliga uppá tann skeiva mátan, tá spyrt sjáldan eitt gott úrslit burturúr, líka mikið, hvussu nógv tey so eru av einum heilum huga.
Jesusar Hús er bygt eftir Hansara desaini, ikki okkara. Og Hansara desain er ”hundrað fedrar, møður, brøður og systrar.” Hansara desain er, at vit vildu ”játta syndirnar hvør fyri øðrum” og verðið grødd. Hansara desain er, at vit vildu ”borið byrðarnar hvør hjá øðrum og soleiðis uppfylt lóg Krists.” Hansara desain er, at vit vildu verðið ”eitt saman, eins og Hann og Faðirin eru eitt.” Guds ynski er ikki, at fráskildir steinar koma saman sunnudag, at ”verða til” eina talu ella til ein formligan halgisið, men Honum leingist eftir einari familju, ið er bygd saman hvønn dag, og vovin saman í øllum gerandisligum lívi, sum Familja.
Jesus hevur valt eitt sniðskap til Sítt Hús, ið hevur somu útsjónd í hvørjum landi, líkamikið hvat málið ella kultururin er. Sniðið er, at øll Guds fólk leggja teirra lív niður til at elska og tæna hvørjum øðrum, hvønn ein einasta dag sum ein Familja, saman. Tann sanna kirkja Jesusar, formað á Hansara hátt til at vera sterk, má vera ein Familja hvønn dag. Tey eta saman frá húsi til hús, tey tæna hvørjum øðrum og hjálpa hvørjum øðrum uppá mangar mátar hvønn dag. Tey tosa Guds orð til hvønn annan dagliga, fyri at hjálpa teimum at blíva meiri lík Jesusi. Tá tey síggja synd, tá fara tey ein gongutúr og tosa um tað saman. Tey bíða ikki eftir ”sunnudegnum,” til at hoyra onkran halda eina prædiku um tað. Guds Ætlan (Ef. 3:10, 1 Pæt. 2) er, at vit øll dagliga eru prestar og sendiharrar Guds til hvønn annan og heimin, ”sum vit reisa okkum upp, seta okkum niður, og ganga fram við vegnum.”
Vit eru kallaði at verða prestar fyri Jesus. Vit eru øll kallaði at bera Guds orð og hjálpa hvørjum øðrum. Hetta merkir, at um tú sært næsta tín verða sjálvsøknan ella illan, ella um tú sært drekkarí, ella stoltleika, ið knúsar Jesusar hjarta, so vil hvør einstakur av okkum taka ábyrgd at hjálpa hvørjum øðrum at broytast. Hetta geldur fyri hvønn dag. Tað hevur einki at gera við sunnudagar. Tann sanna Kirkja Jesusar er smíða við Livandi Steinum, og skapið á Húsinum er ein hvønndagslig Familja. Tað er ikki nakað, sum vit ”ganga til,” men tað er nakað, sum vit eru hvønn dag.
Sært tú, hvussu alt hetta hongur saman? EINANS VIÐ DAGLIGUM FORHOLDUM, kanst tú nakrantíð vita, um onkur elskar Ljósið og Sannleikan og er tess vegna eitt Guds barn. Nøkur fá møtir um vikuna, vil aldrin gera tað møguligt hjá nøkrum at vita, um onkur elskar Ljósið og einans er veikur, ella um tey hata Ljósið og tess vegna ikki eru Frelst enn. Guds ætlan er ein skattur í leiríløtum. Guds ætlan er ein prestaskapur av trúgvandi fólkum. Guds ætlan fyri Sítt fólk er at ”áminna hvør annan hvønn dag.” Ein fyrimunur, sum vit trúliga liva hetta út saman, er at øll Guds sonnu børn blíva meiri og meiri búgvin. Eitt annað úrslit av at ganga saman sum Gud meinti, at tað skuldi vera, er, at um onkur ikki elskar Ljósið, so eru tey avdúkaði sum ein hyklari. Um tey ikki vilja taka við rættleiðing, og um tey einki leggja í, hvat Jesus sigur um hesi tingini, um tey blíva ill og hástór, so eru tey avdúkaði sum følsk kristin. Tað gerst klárt, at tey nokk aldrin veruliga mugu hava givið teirra lív til Jesus, tí sannleikin er, at ein kann ikki hava Heilaga Andan og ikki elska Ljósið (Jóh. 3, 1 Jóh.1, 3).
Um vit vilja byggja á henda hátt – broyta okkara sjálvsøknu og latu lív, og sum familja, trúliga læra, hvussu vit kunnu elska hvønn annan hvønn ein einasta dag, taka ábyrgd at tæna og hjálpa hvørjum øðrum við Guds orði – tá vil tað vera eitt Hús, sum Jesus kann liva í og kann elska. Tað vil vera eitt Hús við góðum desaini, ið vil verða lætt fyri Jesus og fyri okkum øll at liva og búgva í.
Jesus segði, at tá ið vit gera tað, ið Hansara orð sigur; at tá stormarnir koma, (og tað vilja teir), tá vil húsið standa. Tað vil standa, av tí, at tað er bygt á klettin, av at ”gera tað, ið Hansara orð sigur,” og ikki bara á at hugsa og syngja um Hansara orð. Um vit einans syngja um tað, biða viðvíkjandi tí, og tosa um tað, og ikki broyta okkara lívstíl fyri at verða Hansara orði lýðin viðvíkjandi hvørjum øðrum, so, tá stormarnir koma, líka mikið, hvussu vakurt húsið so sær út, so vil tað verða javna við jørðina og lagt í oyði. Hetta er, hvat Jesus lovaði í Matteus 7. So, ver vísur í, at tú byggir uppá Hansara máta og GER okkurt við Sannleikar Hansara. Ver teimum líðin, og tá vilja stormarnir ikki verða tær at skaða.
Á sama hátt, sum ein lítil fuglur ella ein lítil hara goymir seg undir einum steini tá stormarnir koma, so kanst tú leita tær skjól undir Jesusa vongi, um tú vilt byggja uppá tann mátan, ið Hann áleggur tær. Stormarnir vilja rista trøðini og flyta tungar lutir. Teir vilja buldra, og toran vil sláa niður. Men um tú vilt byggja uppá Jesusar máta og venda tínum andliti til Hansara tá teir koma, so vilt tú verða hildin tryggur í skjólinum av veingjum Hansara. Teir ógvusligu stormarnir vilja fara framvið, og sólin vil skína. Fuglarnir vilja byrja at syngja aftur, og lívið vil vera frískt og nýtt. Hetta vil vera eitt sera sera sterkt Hús við góðum Sniðskapi. Tá ið stormarnir koma og duna ímóti Húsinum, so vil tað standa, tí at tað er einans úr góðum tilfari, og tí at desainið er gott. Tað vil verða sera lítil skaði gjørdur hesum undurfulla Húsið, og vit vilja øll vera trygg. Á sama hátt, sum Faðir var sera nágreiniligur um, hvat tilfar og hvørja formgevan Nóa skuldi brúka til at byggja Ørkina við, so hevur Jesus eisini eina ætlan viðvíkjandi byggitilfari og formgevan til Sítt Hús. Og Hansara ætlan er ikki, í Nýggju Avtaluni, at ein heilagur maður heldur eina talu fyri einum ”vitjanargrundaðum” felagsskapi av sundurskiltum fólkum. Hansara ætlan er NÙ, ”hundrað møður, brøður og systrar,” – djúp, daglig, samanvovin, intim, ”frá tí minsta til tann størsta” forhold av Ljós-elskarum.
Hetta eru tey góðu gleðiboðini um Ríkið Jesusar. Hann segði: ”Faðir Mín hevur stórt ídni fyri, at húsið blívur bygt.” Faðirin tráar ómetaliga nógv eftir, at vit byggja Hansara Hús uppá Hansara máta. Í nógvum londum og býum, er tað so, at tað er sera sjáldsamt, at húsið er bygt eftir mátanum, ið Jesus ynskir tað bygt uppá. Næstan í hvørjari ”kirkju,” í nærum hvørjum landi, har eru tað fólk, ið koma saman við ritualum og traditiónum, og sum síðani fara hvør sín egna veg at liva teirra lív, júst so, sum tey sjálvi vilja. Kanska tey synda av fríum vilja, ella kanska tey royna at lata vera. Men tað er ikki eitt hús, tí tey eru ikki ein Familja, hvønn dag, saman.
Tað er einans, tá allir steinarnir eru samanknýttir, við líminum av praktiskum kærleika og eymleika, og bygt eftir Guds desaini, at tað blívur eitt stað, ið Hann kann kalla eitt heim. Sjálvt um tú ert ein rættiliga góður livandi steinur og roynir at liva eitt heilagt lív, so ert tú framvegis bara ein einstakur steinur. Um tú leggur handa steinin á jørðina, so vil tað tó framvegis ikki vera eitt heim fyri Jesus. Hann ynskir ikki, at bara einstakir góðir steinar, skulu vera liggjandi úti á einum stykki. Vit mugu fáa okkum sjálvi, sjálvt tvinga okkum sjálvi, at verða samanknýtt saman við øðrum steinum. Hvønn dag, mugu vit krevja av okkum sjálvum, at vit verða knýtt saman við hinum steinunum, dagligani ífylgi desaininum, ið Gud hevur fyri einum Húsi… sum vit ”reisa okkum upp, sum vit seta okkum niður, og sum vit ganga fram við vegnum” saman. Vaska klæðini saman, og fara til handils saman. Sum vit arbeiða úti á arbeiðsøkjunum; gera múrsteinar, høgga brennivið, ella matgera, lat okkum gera tað saman, so at vit vilja verða ein Familja, ístaðin fyri nógvir einstaklingar ella nógvar familjur. Tað er í hesum ”vanligu” tingunum í gerandislívinum, at vit binda okkara Trúgv, Vón og Kærleika saman. Hesar dagligu uppgávurnar, livdar út saman sum ein Familja, eru ”vindeyguni á sálini,” ið geva okkum høvi til, at trúliga vaska hvørjum øðrum í vatninum av Orðinum, ístaðin fyri religiónsleikin av at ”ganga til” religiøsar stílfastar halgisiðir og samankomingar av felagssangi og talur hjá heilagum monnum. Jesus byggir einki uttan Familju.
Jesus segði, at um vit veruliga eru lýðin Hansara vilja, so vilt tú hava hundrað pápar, mammur, brøður og systrar – ikki hundrað grannar, men hundrað sera tættar familjulimir. Hetta er Guds vilji. Hesar eru lærur Jesu Krists – at Hann byggir Sítt hús við góðum tilfari. Ringt tilfar er ikki vælkomið, um tey ikki vilja broyta seg, tá tey hoyra Jesusar orð.