AT BYGGJA VIÐ GÓÐUM TILFARI
HVAT ER EIN KIRKJA OG EIN KRISTIN?
Ein sonn Kirkja, samansett av livandi steinum, ið Jesus festir eyga við og elskar, má verða bygd við góðum tilfari.
7/5/2006
Bíblian lærir, at Gud býr ikki í húsum, ið eru bygd av mannahondum. Efesus 2 og mong onnur Bíbliuskriftstøð siga, at vit eru heimið ella bústaðurin hjá Gudi ígjøgnum Andan—Kirkjan. Tá ið tú gongur ella koyrir á vegnum, so kanst tú vanliga eyðmerkja ein religiøsan bygning, tí at hann hevur útsjóndina av einum religiøsum bygningi. Men, síðan ein sonn Kirkja er samansett av fólkum, og er ikki ein bygningur, hvussu sær hon tá veruliga út? Hvussu vildi tú kent munin ímillum eina sanna Kirkju og eina falska?
Í ”kirkjuni,” sum var í Gamla Testamenti, bleivst tú ein limur vegna hvørji tíni foreldur vóru (jødar). Um tú í grundini trúði tey røttu tingini, og tíni foreldur vóru limir í hesi kirkjuni, og tú ”gekst í kirkju” regluligani og gavst tíggjund, so vart tú ein limur í ”kirkjuni.” Í Nýggja Testament Kirkjuni hjá Jesusi, er hetta ikki satt – tú mást geva títt hjarta til Gud. Profetii um Nýggja Testamenti segði, at Kirkjan, ið Gud byggir (Jer. 31, Hebr. 8, Hebr. 10) er tann sanna Kirkjan, og at ALLIR limirnir vilja kenna tann Livandi Gud, frá hinum minsta til tann størsta teirra. Kirkjan kann EINANS skiljast á henda hátt. Alt minni enn hetta, er møguliga væl meint og gottgerandi og religiøst (við nøkrum Frelstum fólkum uppií), men tað er IKKI Kirkjan hjá Jesusi Kristi, ein staðbundin ljósastaki, um tað bara eru fólk, ið ”ganga til” okkurt tíðarásett, ið er fastlagt á álmanakkanum, við ongum dagligum samanflættaðum saman-Lívi (1 Kor. 12).
Ein sonn Kirkja, samansett av livandi steinum, ið Jesus festir eyga við og elskar, má verða bygd við góðum tilfari. Um nakar bygningur er bygdur við tilfari við feili í, so veist tú, at hann vil falla. Um viðurin, ið heldur takinum uppi er rotin, so vil tað falla niður. Múrsteinar, ið eru linir, skeivt gjørdir, ella gjørdir við skeivum tilfari, kunnu ikki halda vektini og vilja falla niður. Á sama hátt, um vit royna at byggja Guds hús við tilfari við feili í, so vil tað somuleiðis falla. Um ein persónur ikki trúliga kennir Gud, so kunnu tey ikki verða ein limur av Jesusar Kirkju. Um Húsið, ið Gud evnar til við monnum og kvinnum, fer at verða ført fyri at standa, so má tað ikki hava ringar steinar í tí (1 Kor. 3-5).
Má Kirkjan, ella mugu einstaklingar hennara so verða fullkomnir? Sjálvandi er tað ikki gjørligt (1 Jóh. 1). Men ífylgi Guds Orði, hvat ER kraft, er hetta: at 100% av limunum…”elska Ljósið” og ”elska Sannleikan” og hava veruliga uppliva Gud Sjálvan, á ein hátt, sum ”hold og blóð ikki hevur opinberað.” JA, hetta er kraft (Matt. 16:16-18, Jóh. 3:19-21, 1 Jóh. 1-3, Ez. 11:19 Ez. 36:26, Jer. 31:34). Hatta er, hvat Jesus segði, at Hann vildi byggja SÍNA Kirkju á, um tað skuldi vera HANSARA Kirkja. Alt annað vildi verið sum at bygt eitt hús við linum múrsteinum ella rotnum viði. Húsið, sum Jesus byggir, er tað besta húsið í verðini, og Jesus vil einans nýta satt og gott tilfar at byggja Sítt Hús við.
Enn einaferð, hetta meinast IKKI við, at hvør persónur er fullkomin. Men, hetta merkir, at hvør persónur ynskir at elska og verða Jesusi lýðin og vanvirðir og tveitir ikki frá sær hjálpina frá øðrum, ið ynskja at hjálpa teimum at elska og verða Jesusi lýðin; tey ynskja hesa hjálpina. Gott byggitilfar til Guds Hús, er tá ein persónur ”elskar Ljósið,” ífylgi Jesusi Sjálvum. Ringt byggitilfar, so sum rotin viður, er ein, sum ikki ynskir hasa hjálpina. Hesin persónurin sigur: ”Ikki døma meg. Passa teg sjálvan.” Í verjustøðu siga tey: ”Tak bjálkan út úr tínum egna eyga.” Hatta er ringt byggitilfar, sum Gud segði ikki kann góðtakast í Hansara Húsi. Jesus vil ikki byggja Sítt Hús uppá handa mátan. Hatta er rotin viður, og vil verða fullkomiliga oyddur burtur úr fólkinum (Áps. 3:23, Matt. 18, 1 Kor. 5). Í einari Sannari kirkju, um ein persónur ber seg at á henda hátt, er hann ikki vælkomin. Tað ger tað sama, hvussu nógvar pengar tey hava, ella hvussu væl tey kenna sína Bíbliu. Tey kunnu enntá verða ein ”leiðari,” men um tey ikki reagera í mildleika til Jesusar lærir, so kunnu tey ikki verða ein partur av Jesusar Sonnu kirkju, sum er bygd í Andanum. Um tey gera mótstøðu ímóti kærleika og inniligum áheitanum, vísdómi, hjálp og tolni, og vit so síðani loyva teimum at framhaldandi verða ímillum Guds Fólk, tá vildu vit eisini staðið Jesusi ímóti, við at lata sum luft viðvíkjandi Hansara boðum.
Um onkur er frelstur, so HAVA tey Heilaga Andan (Róm. 8:9, Gal. 3, Ef. 1). Og PRÓGVIĐ, at tey hava Heilaga Andan í teimum, (líka mikið, hvussu nógvar ferðir tey fortelja tær ein sterkan ”vitnisburð” og siga ”Harri, Harri!” Matteus 7), er at tey elska at verða lýðin. Tey eru nýggir skapningar og elska nú Ljósið og elska Sannleikan (2 Tess. 2:10), og ”eins og nýfødd børn,” so ”tráa” tey eftir at Guds Orð verður gjørt virkið í teirra lívi (1 Pæturs bræv 2). Um ein persónur hevur Heilaga Andan, so vilja tey elska Ljósið og elska Sannleikan…og tá vil teirra atburður byrja at broytast. Tey angra og harmast um, hvussu tey eru ímóti manni sínum ella konu síni, og tey broyta seg. Tey iðra seg eftir og angra, hvussu tey fara við teirra samstarvsfólki ella teirra børnum ella teirra grannum, og tey broyta seg. Tey venda sær vekk frá teirra gomlu syndum og óndu vanum, og tey broytast og gerast meiri búgvin.
Gávan av Heilaga Andanum er panturin, ið garanterar arv teirra. ”Hetta er dómurin,” sigur Jesus í Jóhannes 3. Hetta er, hvat skilir ósek frá sekum. Ikki at øll eru fullkomin, men tey, sum hava syndir teirra fyrigivnar, ØLL ”elska Ljósið.” Tey hava gávu Andans, sum tey ikki høvdu áðrenn. Nú, innan úr djúpdini, eru teirra steinhjørtu vorðin mild hjørtu av holdi. Innan úr dýpdini, so virkar Gud tað so, at tey halda boð og fyriskipanir Hansara. Innan úr djúpinum, hava tey umhugsni fyri og leggja í, hvat Jesusar orð sigur um teirra atferð. Seyðirnir kenna røddina hjá Hirðanum, tí at teir hava Anda Jesusar. Seyðirnir siga: ”Eg ynski at fylgja Jesusi eftir! Leið meg handa vegin.” Geitirnar siga: ”Lat meg verða í frið! Eg kann gera kraftargerðir! Eg kann geva pening til tey fátæku! Eg veit ting. Eg eri betri enn tú, og eg leggi einki í, hvat tú sigur.”
Ein Kristin, ein ið luttekur í tí Nýggja Sáttmálanum, elskar Sannleikan (2 Tess 2:10) og elskar Ljósið (Jóh. 3:19-21), og er nú ein ”luttakari í GUDDÓMLIGARI náttúru” (2 Pæt. 1:4, Róm. 6:1-14). Hatta er prógvið uppá, at Andin livir í teimum, ella í nøkrum sum helst av okkum. Vit nýtast ikki bara at taka ein og hvønn uppá orðið, bara tí, at tey siga, ”Harri! Harri!” EINANS ein persónur, sum hevur yvirgivið seg sjálvan og sítt lív til Jesus, og er harvið blivin Rørdur av Himlinum og blivin bústaðurin, har Skaparin av stjørnubreytunum nú býr, er veruliga frelstur og ein “limur” í Hansara staðbundnu Kirkju. (Róm. 8:9-11, Luk. 9:57-62, Jóh. 1:12-13, 3:16-21, 1 Jóh. 3:8-10, 5:18-20).
Ein Sannur Ljósastaki, ein ekta Kirkja, er AVMARKAĐ TIL (og meinast við 100% av ”limunum!”) tey, sum hava haft ein opinbering av Soninum, ”sum hold og blóð ikki hevur opinberað, men Faðirin í Himli Sjálvur opinberaði teimum.” Tað snýr seg ikki um at verða nær hvørjum øðrum ella um vitan ella ”hvat ið ein bindur seg til,” ella hvussu tú vart uppvandur. Tað snýr seg um ein persónligan Samanstoyt við Gud Faðirin, í Persóninum av Syni Hansara, har deyðin elvir til Guds slag av Lívi, Zoe Lív, burtur úr ongum (Jóh. 3:5-8, Jóh. 12:24, Róm. 6:1-14, Gal. 6:14-17). Sjálvandi eru tað nøkur fá, ið tørva ”serliga sømiligheit,” og onnur, ið taka avgerð í teirra ”einum ári aftrat” (Jóh. 13:8-9, Jóh. 15, 1 Jóh 2:19, Jud. 11-25).
Antin hava vit YVIRnáttúrligt Lív saman við Honum og hvørjum øðrum, ella er tað IKKI Bíbilskur Kristindómur, og IKKI ein røtt Kirkja. Uttan iva, so eru tað nøkur Frelst fólk, ið ”ganga til” felagsskapir, ið ikki veruliga eru Kirkir, sjálvt um tey kalla seg sjálvan kirkir. Tað er ein onnur søk. Tað, ið vit heilt einfalt siga, er, at vit vilja ikki nema Hansara Trónu, (vit vilja einans nema okkara ”psuche” heitu kenslusamu følilsir), um vit ikki liva saman í dagligum Saman-ZOE Lívi – har vit løtu fyri løtu hava samband við Høvdið og hvønn annan! Eitt stílfast ”møti,” ið er ”hildið til Hansara æru,” ella, til at læra sannar upplýsingar um Hann, ella, til at kalla niður kenslur frá Himli við okkara tónleiki – søguliga, so hevur hetta broytt sera fá lív inn í myndina av Syni Hansara. Antin luttaka vit dagliga saman í Høvuðsinnihaldinum av Guddómligheitini, ella er tað ikki Ævigt Lív, ei heldur ein Ljósastaki og Kirkja, sum Gud ætlar, at tað skal verða. ”Eitt lítið súrdeiggj súrgar ALT deiggið.”
Vit mugu ikki bara verða pinkubørn, ið siga tey røttu tingini, men ikki liva líka sum Jesus. Og, Kirkjan er ikki ein samling av óektaðum kristnum, ið siga tey røttu tingini, men ikki hava Jesusar Anda búgvandi innaní teimum, sum ein Persón. Jesus er ein veldigur Byggimeistari. Hann vil ikki byggja við linum steinum ella rotnum viði. Hann ynskir at byggja eitt Dýrdarríkt Hús at liva í – eitt, ið er hóskandi til tann Kongin, ið Hann er. So byggitilfarið í Guds Húsi, má vera av tí bestu góðskuni. Ein sonn Kirkja, ið er smíða av Gudi, ikki av menniskjahondum, er bygd við livandi steinum – sonnum Kristnum – í mótsetningi við deyðum steinum, múrsteinum ella hálmstrái. Jesus vil einans byggja við góðum byggitilfari. Um vit hava gift okkum við Jesusi, í Sáttmála og Lyfti, vent vekk frá øllum øðrum kærleikum, eru Fødd tvær ferðir, hava mild hjørtu, elska Hansara lærir, trúliga ynskja at broyta tingini í okkara lívi, sum nýtast at broytast, og venda okkara andlit til Hansara í mótgangs—og trupulleikatíðum, og biða Hann og brøður og systrar okkara hjálpa okkum; tá eru vit yndisligir livandi steinar til Húsið, sum Jesus býr í. Vit kunnu verða, og vilja verða ein dýrdarmikil Brúður fyri Jesus. Hetta er tann góði Gleðiboðskapurin um Ríkið Guds.