Hansara innbjóðan

Ang pamaagi sa Ginoo sa ‘pagsimba’ nagtugot ug mga relasyon nga mamaayo ug ang sala ug kaluyahon mapahawa.

7/5/2006

Frá upphavi tíðarinnar, hevur hendan innbjóðanin fingið fólk at søkja Hann. Hetta er Hansara innbjóðilsi til okkum við. Hetta er, hvat alt snýr seg um. Hetta er ikki nøkur útvortis trúarlæra. Hetta er ein dragan og ein langtan eftir, hvat er innaní okkum. Hetta er, at vit hyggja at øllum tí sum Hann er, og siga, ”Eg kann ikki liva uttan Hann, ella tað, ið er Honum dýrabart og týdningarmikið! Eg vil ikki liva uttan hattar! Eg vildi aldrin droymt um at liva uttanfyri Hansara vilja fyri mítt lív, ella uttanfyri Hansara ætlanir. Eg ynski at fylgja Lambinum, hvar enn Hann so fer. Líkamikið hvat Hann so ynskir fyri mítt lív, so hevur Hann tað! Hann er Lívsins Breyð, hvar eg finni alla mína føði og mín fulnað. Hann er handan myndin av leiðaraskapi, góðsku, fyrigeving og miskunn, sum eg ikki kann liva fyri uttan – sum eg aldrin ynski at liva fyri uttan! Eg ynski at síggja Hann sterkan. Eg ynski at síggja Hann harðan. Eg ynski at síggja Hann miskunnsaman. Eg ynski at síggja, hvussu Hann elskar og hevur samkenslu við øðrum. Eg ynski at síggja Hann vísan, ið ikki finst orð fyri. OG, EG YNSKI AT VERÐA HJÁ HONUM! Eg ynski at hoyra hvørt orð, ið Hann hevur at siga. Eg ynski aldrin at verða meira, enn eitt fet vekk frá Honum, restina av mínum lívi. Eg kann ikki venda Honum bakið, vegna mín egna sjálvsøkna stoltleika ella mítt leti ella mínar særdu kenslur. Eg kann ikki venda Honum bakið. Freistingin er har, men tapið er ov stórt.

Jesus hevur allar hesar eginleikarnar. Hann er skynsamur og vitugur uppá 1000 ymiskar mátar, og vísur útum orð. Hetta er okkara Meistari. Hetta er Jesus. Hetta er ikki nakað ævintýr. Hetta er ikki nøkur søga harúti, um onkran gud, sum skapti jørðina og situr á einari stórari hvítari trónu. Hetta er um persónin Jesus og Faðir Hansara, sum valda yvir okkum. Um vit bara vilja hyggja, um vit vilja geva okkum tíð til at finna Hann, so er tað fullkomiliga eingin kjansur at standa Honum ímóti longur. Trupulleikin hevur verið manglandi fúsleiki at yvirgeva okkum í Hansara sera dugnaligu og kærleiksfullu hendur. Hansara trúfesti er ótrúligt. Men vit koma ikki altíð so nær, at vit síggja tað, tí vit gerast eitt sindur ov skundmikil, ov sjálvsøkin, ov líkasæl – og geva okkum bara ikki tíð, til at verða tikin á bóli í undran og ovfarni og verða vunnin yvir av Honum.

Faðir veit, at um vit vilja geva okkum stundir at verða hjá Honum í Syni Sínum, so vil Hann prógva Sítt lyndi til okkum á ein slíkan hátt, at Hann vil verða púrasta ómótstáðiligur. Eginleikarnir av Hansara sinnalagi eru undranarverdir. Tað er okkurt við at verða við Honum, sum vil sleingja teg út úr øllum hinum tingunum, ið tú ert plágaður og tyngdur niður við. Knappliga, so ert tú bergtikin av nøkrum, ið er uttanfyri tað, sum tú vanliga upplivur. Hatta er JESUS! Og Hann bjóðar okkum at koma at ganga saman við Honum. Hann vil bergtaka teg við øllum Sínum eginleikum av góðsku, náði og ævigari fyrigeving.

Tú vilt síggja Hansara bros og glæmuna í eygum Hansara. Tú vilt síggja hvussu vindurin blæsir ígjøgnum hár Hansara. Tú vilt síggja og hoyra og uppliva ting, ið vilja flyta teg til eina aðra verð, og tíðin vil ikki vera til har meira (Opb. 1:12-18). Tú vilt síggja Hansara leiðaraskap og styrki. Tú vilt síggja, hvussu Hann hevur eina loysn ímóti synd. Tú vilt síggja, at Hann hevur eina fokusering og eina klára sjón, um hvat lívið er ætlað at vera. Og tú vilt hoyra djúpdina í Hansara látri og føla varman av Hansara upplívgandi fevning.

Kom og fylg Honum eftir. Hann vil vísa tær leiðaraskap. Hann vil vísa tær styrki. Hann vil vísa tær eitt óvikiligt lyndi og lívsvirði, ið vil grípa teg, og sum vil gera, at tú ynskir at fara við Honum, tí at tað er trygt og sikkurt, har sum Hann er. Hann vil vísa tær góðsku og ein beinraknan neyvleika, ið vil síggja beint inn í títt hjarta og lív. Um tú kemur til Hansara og leggur niður títt ússaliga lív, fult av tær sjálvum, so vil Hann vaska teg, og reinsa teg, og lata Sín Anda búgva innaní tær. Síðan vil Hann draga fram diamantarnar, rubinurnar og gimsteinarnar, sum eru har. Hann vil draga hasi tingini fram. Hann vil gera teg til eina drotning, Hann vil gera teg til ein kong.

Hann ynskir at byggja ein her av eftirfylgjarum, men hetta er ikki bara nøkur teoretisk, logisk, trúarlærusøk – Fylg mær, ella fert tú til Helviti.” Ja, hatta er sannheit, men hatta hevur einki at gera við, hvat Jesus kom at vísa teimum tólv. Heldur tú, at teir fylgdu Jesusi eftir yvir alt grannalagið, tí at Hann sveiggjaði fingurin at teimum, og bað teir fylgja Honum eftir, ella vildu teir fara til Helviti? Minnist tú nøkur skriftstøð hasum líknandi? Er hatta hvat Hann gjørdi, tá Hann fór og bað til Faðirin alla náttina? Segði Hann: ”Faðir, vís mær, hvat Eg skal siga,” og síðan reisti Hann seg upp og segði: ”Tit tólv, komið við mær, ella fara tit til Helviti?” Nei. Teir ynsktu at verða hjá Honum, tí at teir sóu nakað viðvíkjandi Honum, sum barasta fingu teir at undrast. Teir sóu Hansara vísdóm, góðsku og tol. Teir sóu sterkan leiðaraskap og eina óvikandi natúr. Teir sóu ein, sum kundi møta teimum tingunum í lívinum, ið lemja og ræðslusláa ein, men hóast alt hetta, standa fastur sum í berginum og smíla frá bert einum lítlum hjørni í Hansara munni, við dirvi í Hansara eygum. Og teir ynsktu at verða líka sum Hann – teir ynsktu at verða hjá Honum! Teir fóru ongan veg nakrastaðnis, tí at tað var ikki nakra aðra staðni teir ynsktu at verða, uttan við Hansara lið. (Matt. 4:19-22, Jóh. 6:68, Áps. 5:20, Áps. 3:19-20).

Hann nýttist ikki at hótta teir, og Hann hóttir okkum ikki heldur. Hann býður okkum at koma at síggja Hann fyri tann Hann er, og at síggja teir undranarverdu eginleikarnar og tí undranarverdu persónligheitina Hann hevur…so at vit ynskja at verða hjá Honum, í hesum lívinum og í tí komandi. Eg ynski at vera líka sum Hann, tá ið eg veri tilkomin. Hetta ynski eg ærligani.

Um ikki so langa tíð, so kemur Jesus aftur eftir Síni Brúður, ið hevur gjørt seg til reiðar. Og Faðirsins vilji fyri okkum er ikki at vitja eina brúður, men at verða ein Brúður…ikki at fara til eitt hús, men at verða eitt Hús. Um tú fert allan vegin aftur til Gamla Testamentið, so sært tú, at Hansara langtan altíð hevur verið eftir einum Húsi, ikki bara eftir frelstum fólkum, til at vera Hansara eigindómur. Honum leingist eftir einum heimi, einum staði, hvar Hann kann búgva á hesi gongustjørnuni, ið Hann skapti. Jesus segði okkum í Lukas 17, at Sítt Ríki er hvørki her ella har, men at tað er innaní fólkum, ið hava rúmkað um plássið í teirra hjarta, við at troka tingini í hesum heiminum út: holdsligar lystir, tráanir og ambitiónir. Vit mugu verða tey, ið hava gjørt rúm fyri Jesusi í okkara hjørtum, sum Jesus lærdi í Jóhannes 8. Hatta er natúran av Ekklesia, Hansara livandi Likami og Kirkju.

Undurfult sum tað er, so kom Jesus ikki bara at fyrigeva syndir, ella bara fyri at fáa okkum at hugsa um Hansara lærir. Jesus kom, so at vit kundu uppliva tað sama lívið við Faðirin, sum Hann upplivdi – ikki bara at liva her, doyggja, og síðan fara til Himmals. Sum Bíblian sigur: Hann kom her, so at vit kundu liva í ”kraftini av einum óforgongiligum lívi,” og uppliva tann sama felagsskapin og kærleikan og tað sama lívið við Faðirin og brøður Hansara, sum Jesus gjørdi.

At blíva ”frelstur” er LANGT frá endin av Søguni. Sum við Jesusar Føðing, so er okkara Føðing EINANS Byrjanin av eini sera veldigari Søgu, Faðir ynskir at fortelja í okkum (Kol. 1:26-29, Gal. 4:19, Jóh. 7:38). Hansara longsul er, at Kristus verður myndaður í okkum, og at vit (Hansara Fólk, Hansara Brúður, Hansara Hús, Hansara Ekklesia) vilja verða tey, ið sýna tí fullu dýrdina av Jesusi av Nasaret á jørð í dag. Guds ynski er ikki bara fyri einstaklingar at endurspegla Jesus, men at vit, SAMAN, sameind, mugu blíva ein sonn umboðan og fyrimynd av Jesusi.

Og, húshaldið av hesum ”órannsakiligu ríkdómunum” hevur alt at gera við, hvussu vit liva okkara lív saman hvønn dag. Nógv av, hvat religiónin og kristindómurin hevur gjørt í nógv ár, er at læra okkum avbera góðar lærir um Jesus og Hansara Kirkju. Tíðin er nú komin, til at fara víðari, frá at læra lærir um kirkjuna, til at verða kirkjan (Ef. 3:10, Matt. 16:18).

Vit kunnu einans VERĐA Hansara kirkja og liva Hansara Lív, við tað, at vit elska hvønn annan og umbýta okkara lív við hvønn annan hvønn dag. Vit hjálpa hvørjum øðrum at kenna Jesus betur við at hjálpa hvørjum øðrum at beina synd av vegnum; at elska hvønn annan meira; og við at hava meiri umsorgan fyri tørvinum hjá øðrum enn okkara egna. Hesar eru lærur Jesusar. Á henda hátt livdi Hann Sítt lív fyri okkum, og nú hevur Hann kallað okkum at liva á henda hátt fyri hvønn annan. Hetta er, hvussu Brúðurin “ger seg til reiðar” til afturkomuna av hennara Brúðgómi, Jesusi. Vit gerast meiri og meiri vøkur, sum vit læra at trúliga elska hvønn annan meira. Sum vit leggja niður okkara sjálvsøkni og stoltleika, ið skilir okkum frá hvørjum øðrum, og sum vit villigani opna okkara hjørtu at verða eyðmjúk yvir fyri hvørjum øðrum, tá streymar Guds Andi, Guds Náði og Guds Kærleiki út yvir okkum…og vit gerast ein vøkur Brúður, KLÁR til afturkomuna av okkara Brúðgómi, Jesusi.

Hetta er ein Kirkja – at liva á henda hátt hvønn dag, ikki at ganga til Guds hús, men at verða staðið, har Gud Býr. Tá vilja heim okkara, og tá vil arbeiðspláss okkara og Kirkja okkara alt gerast eitt. Tað eru ongar forðingar meira frá mínum hjarta til títt, og ongar forðingar meira, ímillum mítt hús og títt. Eg leggi frá mær sjálvsøkni, stoltleika, leti, og vantrúgv, og eg elski onnur, sum Jesus hevur elska meg. Tá øll gera hatta, frá tí minsta til tann størsta, tá oysir Jesus út Sína lekjandi olju, og vit eru ein Kirkja, ein yndislig Brúður. Jesus kom ikki fyri at gera okkum smartari. Hann kom fyri at geva okkum Lív í yvirflóð – at uppliva Hansara Lív dagligani í hvørjum øðrum, ikki at siga lánt orð og syngja og biða glasmálaði religiøs orð. LÍV!

jesuslifetogether.com
Føroyskt Languages icon
 Share icon